29. januar 2022, vóru 100 ár liðin síðan fyrsta føroyska arbeiðskvinnufelag, Fiskepigernes Fagforening, varð sett á stovn.
Í hesum sambandi verður 100 ára hátíðarhald, leygardagin 12. mars kl. 14.30, á Seglloftinum á Tvøroyri.
Nógv ymiskt spennandi verður á skrá. Sonne Smith verður frásøgumaður og Sunrid Vang, forkvinna, bjóðar vælkomin.
Tvøroyrar skjalasavn hevur gjørt eina spennandi framsýning til endamálið, og hendan verður at síggja á Seglloftinum. Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, ið varða av skjalasavninum, fara eisini at hava eina framløgu um framsýningina.
Harumframt fara Ingeborg Winther og Sonja Jógvansdóttir at halda røður. Orðið verður eisini frítt til stutta føðingardagsheilsu.
Eisini verða tónleikainnsløg við Hanusi G og Tvøroyrar hornorkestri.
Okkurt gott til góman verður eisini at fáa.
Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin!
Facebook viðmerkingar