Eldraráðið er ráðgevi hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, og er millumliðið í samskiftinum millum eldri borgarnar í Suðuroy og Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy. Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at royndir og vitan hjá teimum eldri verða virðismett og gagnnýtt.
Eldraráðið hevur skipað seg við:
- Jeannu í Lágabø, Vágur, forkvinna
- Finnleif Guttesen, Tvøroyri, næst formaður
- Ásbjørn Berg, Hov, peningarøkil
- Elinborg Nolsøe, Sumba, skrivari
- Súsanna Niclasen, Hvalba
- Marianna Jacobsen, Tvøroyri
- John Jensen, Porkeri
- Elitha Hjelm, Vágur
Facebook viðmerkingar