VB og Stjørnan leiktu javnt

VB og Stjørnan spældu seinnapartin dyst í steypakappingini í hondbólti hjá kvinnum. Dysturin endaði við javnleiki 19-19, eftir at VB hevði verið á odda 11-10 í hálvleikinum.

VB hevði annars allar møguleikar at tryggja sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini, sum ein sigur hevði ført við sær, men Stjørnan vildi tað annarleiðis.

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, har VB endaði omaná við 1 máli, so byrjaðu VB-kvinnurnar seinna hálvleik væl betri enn Stjørnan. Frá støðuni 11-10 fór VB upp á eina leiðslu á 17-11. Klaksvíkskvinnu stríddi seg inn aftur í dystin og minkaðu um munin til 17-14, og síðani 18-15.

VB legði seg á odda 19-15 tá 3 minuttir vóru eftir, men við 4 málum á rað, tvey teirra í seinasta minutti, kom Stjørnan uppá javnleik 19-19, sum eisini var úrslitið av dystinum.

Málskjúttar hjá VB vóru:

Gurið K. Augustinussen 5 mál
Caroline Ladefoged 5 mál
Agnes Fallesen 3 mál
Rúna Jacobsen 2 mál
Bára K. Mortensen 2 mál
Barbara Hjelm 1 mál
Laila Eysturberg 1 mál

 

Mynd Bjartur Vest.

Facebook viðmerkingar