Góðu tjóðveldisfólk!
Úr øllum landinum eru vit komin saman her i Fuglafirði í dag at byggja upp. At viðgera tjóðveldispolitikk, hugsjónir og virðir – saman. Hóast vit eru so sera ymisk og fjølbroytt.
Ja, eins og Fuglafjørður og fókið her. Sum Viderø skrivar um Fuglafjørð: “Bygdin liggur innibyrgd av háum fjøllum, á at líta eins og stóru pottur. Leingi var lítið í honum. Bygdin var leingi lítil.”
Men sanniliga vaks bygdin og fjølgaðist, tá ið bátsband og einahandil og embætismannavald var flutt og broytt, og nútímans Føroyar og tjóðskaparrørslan tóku seg upp. Hesin potturin, hevur síðani verið ein yðjandi bráðpottur av vinnu og arbeiði og mentan og list og trúarlivi. Av stættarstríði. Fakfeløgum og verkføllum. Samband við útheimin og nógvir tjóðskapir á vánni, á keiini og í bygdini.
Ósemjur um trúarspurningar og virðir og vald. Ein bygd við undangongufólki á so mongum økjum, so ymisk og fjølbroytt. Við øgiligari framleiðslu og arbeiði. Eitt dømi og ein fyrimynd um, hvussu samfeløg og politikkur og mentan og list og livikor broytast og verða skapt í ofta stórum ósemjum, men halda á at mennast og vaksa. Í Fuglafirði er bæði Føroya søga og heimssøgan øll farin fram millum hesi fjøll. Og minnist til, at tann ið ikki hevur smakkað fiskasúpanina hjá Poul Rustin á Muntra, hevur ikki livað ordiliga enn.
Tjóðveldisflokkurin eigur og hevur átt so nógv undangongufólk her í bygdini. Og teimum eru vit æviga takksom fyri stríðið.
Somuleiðis eiga vit og hava átt so mong undangongufólk og stuðlar kring landið. Síðani vit hittust seinast, hava fleiri lagt eyguni saman á seinasta sinni. Teimum fara vit at senda hjartans hugsan og tankar og takksemi. Og eg fari at heit á okkum øll um at reisast, hugsa um tey og minnast tey í tøgn eina løtu.
Vit eru komin her til Fuglafjarðar at viðgera støðuna í landinum og í heiminum – saman. At seta fram og kjakast um okkara greiðu boð uppá framtíðina og okkara politikk til frama fyri alt fólkið í landinum – saman.
At hyggja at okkum sjálvum, viga, finnast at og finna loysnir – saman. At geva hvør øðrum íblástur til, hvussu vit vinna vaksandi undirtøku og áhuga fyri at stuðla og stríðast fyri okkara bjørtu málum. Og hvussu vit kunnu eggja enn fleiri at taka lut í flokkinum, í politiskum arbeiði og orðaskifti – saman. At gera mun og hava veruliga ávirkan á tær avgerðir og ætlanir, ið verða framdar í samfelagnum.
Tað er jú hetta, sum Tjóðveldi merkir: At vit skulu hava veruligt fólkaræði í samfelagnum. At tað er føroyska tjóðin, sum hevur valdið her, og at hvør einstakur hevur somu rættindi og skyldur í einum frælsum og sjálvstøðugum landi. Ikki nakað útlendskt vald. Ikki peningavald og nøkur fá við framíhjárættindum. Men vit, fólkið í Føroyum.
Tí skulu vit loysa – saman. Tí skulu vit finna loysnirnar – saman. Verja okkara felags ognir og virðir og rættindi saman, sum ættarlið undan okkum hava bygt upp. Og støðugt loysa upp fyri teimum ófatiligu skapanarevnum, teirri megi og tí lívi, sum altíð hava prógvað seg, tá ið vit hava tikið stigini til frælsi, ábyrgd, samhaldsfesti og javnrættindi.
Alt tað, sum varð sagt ikki at bera til. Tað hevur borið til, tá ið vit við hugsjónum hava tikið stigini og ábyrgdina, staðið saman og skapt møguleikarnar. Søgan prógvar, at tess fleiri fáa javnrættindi, møguleikar at skapa sítt egna lív, fáa virðing, álit og gera mun – tað er akkurát tá, at vit skapa veruligan framburð, gerast ríkari og skapa tey virðini, ið eru okkum dýrmætast sum fólk og menniskju í heiminum. Tá ið tjóðir og fólk verða javnsett – og tá í menniskju verða javnsett og hava somu rættindi og skyldur.
Hugsið bert um okkara mál, mentan, vinnumenning, sosiala stríð og skipanir, heilsuverk, infrakervi, skúla, útbúgving, gransking, okkara samstarv við onnur lond, javnstøðustríðið, okkara mentanar-, lista-, og ítróttafólk, tað, sum vit kunnu fáa at grógva og vaksa í Føroyum – ja, okkara búskap og vælferðartænastur:
Alt tað, sum varð sagt ikki at bera til, hevur borið til, tá ið vit taka ábyrgdina, virða okkara egna tilfeingi, standa saman um at fremja tað og síggja tað sum felags virði.
Og tað er ein frøi og saltvatnsinnspræning at síggja so mong komin saman her í dag at fylkjast um ta hugsjónina og tað arbeiðið, sum fer at bera á mál.
Góðu tjóðveldisfólk. Tað er ein himmalvíður munur á, hvussu vit leggja trýstið í politiskum arbeiði og í okkara málum og máli:
Um vit siga: “Ja, ja, eg hoyri teg. Tað ber TIL…” Ella vit siga: “Ja, tað BER til!”
Góðu tjóðveldisfólk!
Sanniliga er brúk fyri fólkaræði, tjóðarrættindum, javnrættindum og samhaldsfesti í hesum døgum og í okkara tíð – heima sum úti. Sum kanska ongantíð fyrr.
Sitandi landsstýri, stjórnar ongum, uttan sætir sær sjálvum og sínum og letur onnur taka avgerðirnar og fáa virðini, enn fólkið í landinum.
Sitandi stjórn kann í stuttum lýsast sum: Undirskot, umberingar, undanstøkking og undirbrotligheit.
Vit kunnu gerast málleys av, hvussu skjótt tað er at bróta niður tað, sum er bygt upp. Hvussu skjótt yvirskot verður vent til hall og ábyrgdin druknar. Hvussu skjótt fólksins ogn – okkara ríkidømið, sum náttúran skapar – kann avreiðast til nakrar heilt fáar fyritøkur, einstaklingar og til útlendskan ognarskap. Hvussu livikorini og gerandisdagurin so skjótt kunnu gerast so nógv dýrari fyri vanlig fólk, meðan onki verður gjørt. Hvussu ein stjórn kann arbeiða fyri mismuni millum fólk – og enntá bróta alla fólkaræðisliga sømiligheit – til tess at forða fólki í at fáa javnrættindi í landinum.
Vit kunnu standa sum kánus, tá ið vit hoyra samgongufólk tosa um eina “avrikssamgongu”, tá ið veruleikin er, at talan er um eina avreiðingar- og avriggingar-samgongu
Men vit mugu ongantíð gerast málleys. Hvørki so ella so.
Tað BER til at gera nakað við tað.
Okkum tørvar eina nýggja stjórn í landinum, sum hevur mál og mið og virðir. Har vit gera mun og ikki mismun fyri fólk.
Okkum tørvar eina nýggja stjórn í landinum, sum arbeiðir málsøkið fyri at vit gerast sjálvstøðug tjóð – skipa fólkaræði í landinum – og sum arbeiðir fyri tey mongu knáu, ið skapa virðini og framtíðina í hesum landi – og ikki bert fyri tey fáu.
Stutt sagt stendur okkara val sum fólk ímillum at skipa okkum sum tjóðveldi ella fámannaveldi.
Og lat meg beinanvegin leggja fram nøkur av teimum ítøkiligu málunum, sum vit sett okkum fyri, og sum vit í fleiri førum hava lagt fram sum uppskot á tingi seinastu knøppu trý árini. Og har eg eri ómetaliga errin av tí arbeiði, sum okkara tingfólk, skrivarar, økisfelag, umboð í kommunum, Unga Tjóðveldi og onnur – og eisini nú fólk kring landið arbeiða við stevnumiðunum – gera fyri at skapa veruligan politikk og væl grundað uppskot.
Hesi eru millum ítøkiliga málini hjá okkum, ið er politikkur fyri fólk:
- At vit í felag fremja ta skipaðu loysingina, gera okkum leys av blokkinum, taka tey seinastu málini á føroyskar hendur og samtykkja føroyska grundlóg. Tjóðveldi fer ikki í stjórn, um vit ikki fáa semju um verulig stig til at gera okkum leys av blokkinum og fáa týðandi mál á føroyskar hendur. Vit hava lagt ítøkilig uppskot um tað fyri tingið seinastu trý árini.
- Bústaðir: At øll skulu hava rætt at seta búgv og liva fyri ein rímiligan penga kring landið. Vit hava lagt ítøkilig uppskot um tað fyri tingið, har Bústaðir skulu fáa bygt bíligari eigara, luta- og leiguíbúðir og kunnu fíggja húsabygging kring landið fyri vanlig fólk.
- At skapa somu rættindi og kor at reka vinnu kring landið hjá smærri og miðalstórum vinnufyritøkum og íverksetum – og seta í brennidepilin aðrar vinnur enn tær, sum hava framihjárættindini. Til dømis KT-vinnu, byggivinnu, tænastuvinnu, orkuvinnu, landbúnað, filmsvinnu, kreativar vinnur, flutningsvinnu o.s.fr.
- At vit hava bindandi veðurlagsmál og í felag leggja um til grøna og varandi orku í øllum samfelagnum og at tað skal loysa seg hjá vanligum fólki og vinnu Vit hava lagt ítøkilig uppskot fyri tingið um tað.
- At lyfta lønirnar og arbeiðsumstøðurnar hjá øllum teimum í vælferðarstørvum, hjá tímaløntum og øðrum lág- og miðalløntum í samfelagnum. Vit hava lagt ítøkilig uppskot fyri tingið um hetta. Fyri 50 milliónir kunnu vit lyfta lægsu lønirnar hjá tí almenn við 10%.
- At steðga ræningini av fólksins ogn, krevja tilfeingirentuna til fólkið, steðga spekulasjón og miðsavning av fiskirættindum, skapa atgongd til fiskivinnuna, fáa útlendskan ognarskap út og tryggja, at fiskimenn ikki rinda tilfeingisgjald.
- At skapa betri og bíligari møguleikar at búgva og virka hjá lesandi og lærlingum. (Uppskot lagt fram á ting).
- At gera stór átøk og seta munandi pening av til at menna føroyska málið í undirvísingaramboðum, nútímans tøkni og ikki minst í barna- og ungdómstilfari. Vit hava lagt uppskot fyri tingið um hetta.
- At vit seta námsfrøðina, fólkaskúlan, miðnáms-, yrkisútbúgvingar, Fróðskaparsetrið og granskingina upp á politiska arbeiðspallin – har vit mugu ganga undan og hava í roynd og veru forsømt tað. (Hóast vit hava lagt uppskot á ting um tað)
- At seta munandi upphæddir av til mentan, list og ítrótt og frítíðarvirksemi.
- At menna føroyska føroyska heilsuverkið, fyribyrging og endurvenjing.
- At gera upp við yvirumsitingina í almannaverki og -tænastum og flyta pengarnar til veruliga tænastu og røkt til fólk.
- At byggja samferðsluna út til útoyggjar og smærri pláss og fáa Suðuroyartunnilin fíggjaðan og settan í verk. (Vit hava lagt uppskot fyri tingið um hetta).
- At fremja náttúruvernd og skipaði rættindi hjá fólkinum í landinum til at njóta náttúruna við virðing fyri teimum skipanum og lokalu rættindum, sum eru. Og har vit seta framleiðslu av staðbundnum dygdarvørum í landbúnaðinum og matsjálvbjargni veruliga á breddan.
Hartil fari eg at nevna – og tað kemst ikki minst av støðuni hjá vanligum fólki, sum nú aftur fara at fáa rokningar fyri vánaliga fíggjarstýring, inflasjónini og syndarligu heimsstøðuni omaná koronustongsulin:
Vit mugu gera ein hjálparpakka til vanlig fólk!
Størstu fyritøkurnar, bankarnir og reiðaríini hava metstór yvirskot og vinningsbýti, meðan vanligi føroyingurin fær alsamt torførari við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Hugsa bert um kostnaðin av at seta búgv og at skapa sítt egna heim, umframt allar vanligar útreiðslur í gerandisdegnum, sum nú spola enn meira avstað.
Vit mugu krevja, at politikkur aftur verður fyri vanlig fólk. Vit hava tørv á politikki og hjálparátøkum til vanliga føroyingin og tey, sum eru mest sperd í gerandisdegnum og hava minst. Vit hava seinastu árini lagt røð av uppskotum fram um hetta – og hava nýggj uppskot afturat: Til dømis halda vit, at Løgtingið átti at samst um ein pakka til vanlig fólk við m.ø. hesum átøkum:
- At brennistuðulin til pensjónistar eigur at hækka. Hesin stuðulin kemur serliga teimum pensjónistum til góðar, ið einki annað hava enn fólkapensjón og samhaldsfasta.
- Eitt lønarlyft til lægstu lønirnar, sum vit hava havt uppskot um á tingi.
- At familjuískoytið eigur at hækka til familjur í fátækraváða.
- At fyritíðarpensjónirnar eiga at hækkast.
- At vit í eina tíð skulu loyva, at fyri lág- og miðallønt, kann partur av kravdu pensjónsuppsparingini gjaldast út sum løn – og at vansin av hesum fyri tann einstaka seinni kann javnast.
– At Bústaðir beinanvegin fáa heimild at byggja bíligari luta-, ognar- og leiguíbúðir – umframt lestrar- og lærlingaíbúðir – og fær heimild at veita stuðul til fólk at byggja hús kring landið (sum vit fleiri ferðir hava havt uppskot um á tingi.)
Góðu tjóðveldisfólk!
Tað er so skjótt at bróta niður tað, sum er bygt upp í felag. Tað er so skjótt, at tilveran, framtíðin, lívið, vónirnar og grundleggjandi rættindi kunnu broytast.
Í Ukraina vaknaðu vanlig fólk, børn, ung og tilkomin, til bumburegn fyri góðum tveimum mánaðum síðani. Heimið, gerandisdagurin, framtíðarvónirnar og lívið morlað og rykt burtur ella í vanda. Imperialisma, knúsing og kúging við vápnum og morði. Eins og so mong fólk og mangar tjóðir hava upplivað kring heimin seinastu hálva aðru øldina og liva við enn. Nú aftur í Evropa.
Kríggj er brotsverk. Kríggj er devulskapur. Og tað kann ongantíð berast í bøtuflaka fyri vápnaðum álopum á fólk og tjóðir.
Tjóðveldi hevur sjálvsagt beinanveg fordømt vitleysa álopið, eins og vit altíð hava fordømt kríggj, imperialismu og kúging um allan heim.
Vit hava samstundis beinanveg sagt og givið okkara greiðu tilmæli um, at Føroyar skulu við egnari avgerð taka avleiðingarnar og steðga samhandlinum við Russland. Har vit seta okkara egnu tiltøk í verk, sum í vavi eru lutfalsliga munandi størri, enn evropeisku londini gera í sínum lagi.
Landsstýrið tykist tó bara at renna undan, heldur enn at ganga undan her – sum í so at siga øllum málum hjá hesi stjórnini. Her er ein gyltur møguleiki at savna bæði føroysku flokkarnar og føroysku tjóðina um at taka grundleggjandi moralskar avgerðir og egna ábyrgd. Men landsstýrið hirðir ikki at tosa við Føroya Løgting, men tykist mest at samskifta við donsku stjórnina at vita hvat tey vilja og halda.
Sum William Heinesen segði, ið frálíku sendingunum um William: Sjálvt tær minstu tjóðirnar kunnu og eiga at taka avgerðir og ganga ímóti kríggi.
Vit eru tó hinvegin fegin um, at tað eydnaðist at fáa semju um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina og um tað ómetaliga arbeiði, sum Reyði Krossur, Amnesty International, felagsskapir, samkomur, skúlanæmingar, kommunur, sjálvboðin, familjur og einstaklingar hava gingið undan við.
Enn eitt prógv um, at tað BER til, tá ið vit standa saman og ikki lata stadnaðar valdsskipanir og undanførslur forða okkum. Í langa tíð, hevur tað kenst eins og, at vit høvdu bygt upp eitt mótstøðuføri ímóti menniskjaligari líðing og flóttafólkum kring heimin og í Evropa. Hjá fólki, ið hava mist lívið og tilverugrundarlagið, orsakað av teimum meiningsleysu og mannvondu kríggjum kring allan heim, sum vit eisini sjálva hava verið drigin við í umvegis avgerðir hjá Danmark – til dømis í Irak-krígnum og í Afganistan.
Tað liggur nú á okkum at standa saman um, at hetta fer at eydnast væl fyri fólk og land og samfelag, og at vit harvið taka okkara ábyrgd og avgerðir um tann ófatiliga ójavna og ta líðing, sum fer fram í heiminum í dag.
Lat okkum ikki gloyma, at kríggj og kúging fara fram um allan heimin, og at virðini í heiminum nú eru savnað á so fáum hondum, at 1% av teimum ríkastu í heiminum eiga størri ogn og virðir, enn 7 milliardir av heimsins íbúgvum. Og 22 av teimum ríkastu monnunum í heiminum, eiga meira materielt ríkidømi enn allar kvinnur í Afrika tilsamans.
Vit kunnu vera vís í, at gongdin við krígnum í Ukreina, fer at gera tað vanliga fólkið í heiminum fátækari, og fer at gagna altjóða vápnaídnaðinum og teimum altjóða fyritøkunum, sum sita á meginpartinum av heimsins vøruhandli í ólukkumát.
Kríggið í Ukraina verður eisini brúkt til eitt slag av sjokk-terapi og eini sjokk-doktrin um, at nú skal uppaftru størri partur av búskapinum í einstøku londunum brúkast til vápn og hernaðarútgerð.
Ein ógvuslig militarisering fer at fara fram – og vit hoyra tað eisini longu, at eisini her í Norðuratlantshavi. At nú eru krøv um vápnadubbing og militarisering.
Tað eiga vit ikki at góðtaka, hóast nógv sjálvsagt eru óttafull.
Vit eiga sjálvsagt at taka okkara egnu avgerðir um hernaðar- og trygdarmál í okkara egna landi. Vit kunnu ikki siga okkum verja fólkaræði við at taka ódemokratiskar avgerðir um so grundleggjandi viðurskifti, sum at gera okkum til hernaðarmál og at seta hernaðarútgerð upp í Føroyum.
Og tað ber væl til hjá okkum, at taka hesar avgerðir sjálv og sjálv at samráðast við NATO og stórveldini um, hvussu vit tryggja frið og avdubbing og samstarv um okkara leiðir. Og sjálvi reka ein radara og hava eftirlit við okkara egna loftrúmi.
Sanniliga hava vit brúk fyri Tjóðveldi, fólkaræði, javnrættindum og samhaldsfesti í okkara tíð.
Tað er so øgiliga skjótt at bróta niður tað, sum ættarlið av fólki hava bygt upp í felag. Og tað er so skjótt at kveistra allar hugsjónir og mál av borðinum, og lata sterkastu áhugabólkarnar og seráhugamálini fara avstað við avgerðunum, virðunum og valdinum.
Føroyskur politikkur – og politikkur um stóran part av heiminum – hevur í øgiliga langa tíð mest snúð seg um, at nøkur fá fólk og fyritøkur siga seg hava hava fingið valdið til at trumla og trýsta avgerðir niðuryvir restina av fólkinum. Og at býta ognir, virðir og rættindi sum eru skapt í felag gjøgnum ættarlið, út til nøkur heilt fá. Hinvegin leggja tey seg altíð fløt fyri útlendskum valdsharrum og kapitali.
Oftast siga tey seg kortini arbeiða fyri týðandi bólkar í samfelagnum og at lova teimum batar, sum til dømis: “Vinnuna”, “tað arbeiðandi fólkið”, “pensjónistar”, “fiskimenn” ella “fólk í útjaðaranum”. Tey rópa tað oftast “tryggar karmar” ella “lættar” og “hækkingar til ávísar bólkar”. Men veruleikin er, at tað eru tey fáu, sum frammanundan hava fingið framíhjárættindi, ið fáa alt meira. Búskapurin verður skeiklaður, gjógvin økist millum fólkið í landinum, stór hall verða skapt, og fíggingin til tær felags tænastur og ta felags trygd, ið eru bygd upp við tógvið stríð, verður spakuliga máað burtur. Og tá ið felags kassarnir eru tómir, verður rokningin altíð send til ta stóru fjøldina.
Politikkur verður gjørdur til fyrst og fremst eitt valdsspæl ella ein boksidyst, har – serliga menn – skulu blása seg upp, duka seg á bringuna og royna at sláa mótstøðufólkini niður við øllum amboðum. Og at tippa atfinningarsamar røddir og stovnar.
Hugsið tykkum: At henda samgongan hevur givið fiskiríkidømið hjá øllum føroyingum til nakrar privatar fyritøkur. Eitt virði uppá 36 milliardir krónur yvir 12 ár. Teir góvu ein skattalætta til størstu reiðaríini uppá 226 mió. kr. árliga, beinanveg, teir komu til. Og teir vildu privatisera bústaðir, SEV, Føroya Tele og nú Strandferðsluna.
Tíbetur er sumt av tí støðgað.
Og tíbetur eydnaðist tað at fáa samtykt á tingi – við okkara tingkvinnum og ikki minst Bjørt Samuelsen á odda – at sammøður fingu rættindi í Føroyum.
Eitt bragd, haldi eg. Sum prógvar, at tað BER til, tá ið vit halda á, hóast nógv afturstig eru á vegnum.
Annað er, sum BER til, hóast løgmaður sigur tað vera so øgiliga trupult og ikki kann fremjast uttan kanska eftir nøkrum árum.
- Á, tað so øgiliga torført og tað tekur so øgiliga tíð at fáa javnstøðu millum kvinnur og menn í politikki. Men hygg at Tjóðveldi. Tit hava sanniliga gingið undan har eisini.
- Og so er tað so øgiliga torført og innviklað at taka eina avgerð um tiltøk móti Russlandi – tað er ein tilgongd og so trupult, siga teir. Nei, tað er at tosa við fólk, vinna undirtøku og taka avgerðina!
- Og so er tað so øgiliga eymt og trupult at játta nakrar fáar krónur til tey, ið tørva mest og til mentan og mál og list. Men tá ið tað er eitthvørt hjá stórkapitali ella íløgur hjá ávísum tingfólki og seráhugabólkum, so flýgur tað ígjøgnum.
Stundin er sanniliga komin at seta okkara felags virðir fremst á pallin. Og til at arbeiða fyri tí, sum vit byggja í felag og á tað, sum ber.
Vit skulu vinna undirtøku. Vit skulu i stjórn og leiðslu landsins. Vit skulu gera mun og ikki mismun. Vit vilja hava Tjóðveldi og ikki fámmannaveldi í Føroyum.
Fari at enda við hesum orðum úr yrking hjá Jóanesi Nielsen. Sum setir orð á nakað av tí týdningarmesta, sum vit í øllum politisku ætlanum og skrivum og kríggi og órættvísi, ongantíð mugu gloyma, at okkara starv snýr seg um:
Verið góð við børnini,
hesi føgru ber
gera heimin til eina blíða líð.
Teirra spurnu eygu
ferðast eftir mønunum
við kettum og himmalskum fuglum.
Verið góð við tey gomlu,
teirra trappur ríkja,
á loftinum slotar hin æviga tøgn.
Fátæksligir stertar kóka í pottinum
á naglanum hongur hin gamli kollur.
Lat okkum vera góð við hvørt annað,
fjálga har sorgin higstrar í einsemi
tala at, tá órættur meiðslar hendurnar,
byggja ein heim við vinskapi
strálandi úr opnum vindeygum.
Gott floksting, øll somul
Facebook viðmerkingar