Ikki bara bara at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsið, siga tey á LS. Lat okkum seta tað í perspektiv !!!
Tað eru 225 milliónir km frá NASA Space Center i Houston upp á Mars – tað ljóðar svakliga langt !
Síðan í februar 2021 hevur Perseverance – sum sokallaði Mars rover’in eitur – koyrt runt á Mars, koyrt runt á einari planet, sum er 225 milliónir km. frá Jørðini.
Javnt samband er millum Perseverance og NASA Space Center í Houston – og í Houston sita NASA-tøkningar og stýra Perseverance uppi á Mars (ja, 225 milliónir km. burturi).
Loypa vit eitt sindur í tíðini, so var tað 20. juli 1969 at teir báðir Neil Armstrong og Edwin “Buzz” Aldrin gingu runt uppi á mánanum í eini 6½ tímar. Yes, fólk hava verið á mánanum!
Spola vit framaftur til mai 2022 – og tosa um dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsið – so verður stór orka í Sjúkrahúsverkinum brúkt uppá at greiða fólki frá, at tað er sera trupult at loysa avbjóðingina við at skipa dialysu viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, soleiðis at m.a. Magni Augustinussen og Norleif við Krógv kunnu fáa ein gerandisdag, sum inniheldur annað enn at ferðast til og frá dialysuviðgerð. -Soleiðis at m.a. Magni og Norleif kunnu fáa betri lívsgóðsku – liva og ikki bara “yvirliva” !
Er ein vilji, so er ein loysn!
Nú haldi eg, at vit eru komin at tí tímanum, at onkur politikari (t.d. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum) gevur harraboð um at fáa loyst hesa uppgávuna og dialysu-viðgerð verður skipað á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað er ikki gott nokk, at vit í 2022 ikki raðfesta lívsgóðskuna hjá nýrasjúklingum !
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar