Hesa vikuna hava næmingar úr 1.-7. flokki í Vágs skúla arbeitt við eini Melodi Grand Prix verkætlan. Hvør flokkur valdi sær eitt kent lag, sum føroyskur tekstur varð skrivaður til. Evnið í sanginum valdu næmingarnir. Síðani valdu tey seg inn á verkstovur, har tey arbeiddu víðari við evninum í sangunum. Verkstovurnar, ið veljast kundu ímillum, vóru dansur, sangur, pallseting, klæði, sjónband og framførsla. Arbeitt varð úti á verkstovunum í tveir dagar.
Ónsdag savnaðust flokkarnir aftur, har tey øvaðu og løgdu seinastu hond á sínar framførslur. Tórsmorgun var frumframførsla í vælpyntaðu fimleikahøllini. Síðani var farið heim at pynta seg, tí seinni á kvøldið var stór veitsla við framførslunum í skúlanum. Hendan vikan hevur verið merkt av, at næmingarnir hava arbeitt skemafrítt, tvørfakligt, eftir áhuga og tvørtur um floksstig.
Og tá ið tiltakið endaði tórskvøldi var hýrurin í topp og næmingarnir vóru áhugaðir í at vita um hetta tiltakið bleiv aftur komandi skúlaár – ein væleydna vika, við góðum kreativum tankum og jaligum hugburði var komin at enda.
Facebook viðmerkingar