Væl umtóktu gongutúrarnir, ið Visit Suðuroy skipar fyri, byrja nú aftur. Í fjør vóru túrarnir sera væl umtóktir og heilt fitt av fólki tóku lut í teimum.
Túrarnir fyri í ár eru nú lagdir og verður tann fyrsti av teimum í morgin. Byrjað verður við innkoyringina til Suðuroyar Sjúkrahús kl 14:00 og síðan verður gingið niðan gjøgnum Sjúkrahúsbrekkuna og úteftir Ovara Vegi, móti kirkjuni, og inn í býin aftur. Endað verður við savnið í gomlu Doktarahúsunum.
Jákup Jensen er frásøgumaður og tí ert tú tryggjað/ur eina ørgrynnu av søguligum upplýsingum og skemtiligum søgum, tí Jákup veit sum fáur um tað, ið gingið hevur fyri seg á staðnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin ein túr út at røra seg leygardagin. Túrurin er ókeypis, lættur og so lova veðurfrøðingarnir eisini fínasta veður – 4 m/s og turt.
Facebook viðmerkingar