Myndafrásøgn: Grindabátar á ferð til Víkarbyrgis 2. Hvítusunnudag
Ein av dýrgripunum tá umræður føroysku sjóvinnu søguna eru grindabátarnir í Vági – teir flestu væl yvir 100 ár og tann elsti, Gjógvarábáturin, verður 150 ár komandi ár. Upprunaliga eru flestu grindabátarnir bygdir sum útróðrarbátar, men so hvørt, sum motorbátar og størri útróðrarbátar komu, so broytist eisini endamálið hjá bátunum í Vági – og sum árini gingu, so blivu bátarnir serliga brúktir í grind. Tað sermerkta er, at í Vági eru 10 grindabátar varðveittir og er hetta ein ríkur partur av lokala mentunararvinum – og sum súðubygdir borðbátar blivu grindabátarnir í 2021 eisini eisini ein partur av UNESCO siðaarvinum hjá mannaættini.
Siðvenja er í Vági at grindabátarnir hvørt ár gera útferð 2. Hvítusunnudag. Farið verður antin av Vágsfjørði ella av Vágseiði og siglt verður við seglum og róð til grannabygdir í oynni. Hendan siðvenjan man fara at tátta í 20 árum og gekk leiðin í ár til Víkarbyrgis.
Í dýrdar veðri byrjaði dagurin sum vant á Garðabrúgv – og sum vant eisini við sálmasangi og andakt, sum Frelsunarherurin og Orðið á borðið skipaðu fyri. Bátarnir vórðu síðani flotaðir og farið varð út eftir Vágsfjørði.
Bátarnir settu segl, men so lítið av vindi var, at seglini munaðu lítið og onki – og varð tí í góðveðrinum spakuliga róð til Víkarbyrgis,
Í ár høvdu bæði Sumbingar og Porkerningar mannað bát og høvdu eins og grindabátarnir lagt leiðina til Víkarbyrgis, har Sumbiar kommuna hevði skipað fyri einum góðum kaffi munni, og stórt hundrað lið tók ímóti.
Í Víkarbyrgi sang Sumbiarkórið nakrar sangir, áðrenn Kristian Martin Rasmussen helt eina andakt. Síðani vórðu sungnir tveir sangir áðrenn Flovin Bænadiktsson varð kvøðin – og so gekk leiðin heimaftur.
Ein góður dagur við grindabátunum á ferð – og ætlanir eru longu lagdar fyri ferð við grindabátunum 2. Hvítusunnudag komandi ár.
Myndirnar tóku Dennis Holm og Finn Johannesen
Facebook viðmerkingar