At allir borgarar landsins fáa eina javnt góða samferðslu til ein rímiligan prís er ein skylda, ið vit sum samfelag hava. Hesa skyldu smoyggir samgongan nú av sær.
Menna heldur enn at avtaka
Seinastu árini er samferðslumynstrið og tørvurin á samferðslu broytt ómetaliga nógv. Vit hava samanbundið meginpartin av landinum, samstundis sum ferðavinnan hevur tikið dik á seg og tørvurin á einari umhvørvisvinarligari samferðslu alsamt er øktur.
Strandferðslan hevur bara koyrt víðari sum um einki er hent. Politiska skipanin hevur kanska hugsað, at nú landið er so væl samanbundið, so er minni tørvur á Strandferðsluni. Og tí kann hon koyra víðari eftir sama leisti, men við færri skipum, ið eru alsamt meira niðurslitin og ótíðarhóskandi.
Hetta hava vit eisini sæð við, at skipanin gerst alt meiri ófleksibul og við tíðini eisini ein fløskuhálsur fyri víðari menning av bæði ferðavinnu og eini burðardyggari samferðslu.
Lat meg taka tvey dømi:
Ferðslan út í Kalsoynna er økt við túsundtals fleiri ferðafólkum orsakað av ferðavinnuni. Strandferðslan megnar ikki at skipa ferðsluna soleiðis, at stuðlað verður undir vøksturin. Tvørturímóti er túratalið og bíleggingarskipanin ein forðing fyri víðari menning. Øll tey, ið skulu ferðast hvønn dag til arbeiðis til Havnar ella úr Havnini og norðureftir fingu eitt stórt vónbrot, tá ið Eysturoyartunnilin kom. Heldur enn at gagnnýta tunnilin til frama fyri bæði ferðafólk og umhvørvið, so helt Strandferðslan – gjøgnum Bygdaleiðir – fram við at koyra longu leiðina til Havnar uttan um tunnilin.
Hetta hevur havt við sær, at talið av ferðafólkum er minkað niður í onki á hesum leiðum. Heldur enn at menna, so hevur Strandferðslan – eisini her – nærum avtikið eina rutu, ið var tann mest nýtta rutan hjá Bygdaleiðum yvirhøvur.
Seta út í kortið av nýggjum
Heldur enn at kasta ábyrgdina av Strandferðsluni frá sær, so átti samgongan at sett ein nýggjan stjóra við endamálinum at endurnýggja og uppbyggja Strandferðsluni, so hon hóskar til dagsins tørv.
Tað er heilt vist ein stórur menningarmøguleiki í at styrkja ferðsluna bæði í mun til ferðavinnuna og umhvørvið. Hetta eigur at geva góðar møguleikar fyri einari góðari og fleksiblari loysn fyri útoyggjarnar og einari styrktari og umhvørvisvinarligari ferðslu á meginøkinum.
Torir og vil politiska skipanin at satsa upp á at menna samferðsluna, heldur enn sum nú er fráboðað frá samgonguni, at hon kastar ábyrgdina frá sær, so verður eisini møguligt at endurnýggja niðurslitnu ferjurnar og harvið fáa eina betri samferðslu fyri okkum øll.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Facebook viðmerkingar