Takk fyri greiða talu, Jacob Vestergaard!

Jacob ger støðu Fólkafloksins púra greiða: Føroyingar skulu ikki hava rættin at vitja okkara náttúru ókeypis.
Fólkaflokkurin er ímóti, at føroyingar skulu eiga rættin at vitja sína egnu náttúru uttan at gjalda fyri tað. Tað skrivar Jacob Vestergaard í lesarabrævi í dag.  

Tað skrivar hann, tí Javnaðarflokkurin ætlar at leggja uppskot fram eftir ólavsøku, sum skal tryggja, at føroyingar undir rímiligum treytum og avmarkingum skulu hava rætt at vitja sína egnu náttúru uttan at gjalda.

Men tað vil Fólkaflokkurin ikki. Og tað hevur hann rætt til at halda. Tað er gott, at Fólkaflokkurin meldar so greitt út, tí so vita vit, at við honum á odda kunnu føroyingar vænta sær fleiri gjaldsportur, gjøld og ongan prinsipiellan rætt at vitja landið, vit øll eiga. So takk fyri greiðu útmeldingina, Jacob.
Ósannindi
Jacob Vestergaard skrivar, at Javnaðarflokkurin vil hava, at danir og grønlendingar skulu hava sama rætt sum føroyingar á hesum øki. Tað passar ikki. Uppskotið snýr seg bara um føroyingar.

Javnaðarflokkurin skrivar beinleiðis í uppskotinum, at:

“Haraftrat leggur ferðavinnan stórt trýst á okkara náttúru og umhvørvi. Tí er tað ikki órímiligt, at gjald verður tikið frá útlendskum ferðafólkum og avmarkingar settar, sum skulu verja okkara náttúru.”

Jacob Vestergaard skrivar eisini, at øll skulu sleppa ókeypis í náttúruna at “kleyra hagarnar niður uttan fyrilit fyri vøkstri, fuglalívi og landbúnaði”. Tað passar heldur ikki. Javnaðarflokkurin leggur dent á, at føroyingar undir rímiligum treytum og avmarkingum hava rætt at vitja sína egnu náttúru uttan at gjalda.

Greiðar linjurJavnaðarflokkurin vil hava løgtingið at taka prinsipiellu avgerðina um, at føroyingar – undir greiðum treytum og við avmarkingum – hava ein ómissandi rætt til at vitja haga, vøtn og fjøll í Føroyum.

Fólkaflokkurin vil eftir øllum at døma, at føroyingar ikki skulu hava henda rætt, men at festarar og ognarfólk skulu hava rættin at taka gjald frá føroyingum fyri at ganga í síni egnu náttúru.

Vit mugu enn einaferð staðfesta, at tað er langt ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Men linjurnar eru púra greiðar hjá báðum flokkum.

Okkara vón er, at ein meiriluti er í løgtinginum uttan um Fólkaflokkin, sum vil tryggja føroyingum rættin til ókeypis at ganga í haga og fjøllum.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Facebook viðmerkingar