Avloysari til Telebúðina á Tvøroyri

LEYST STARV: Hevur søla, tøkni og góð kundatænasta tín áhuga? Vit leita eftir einum avloysara til okkara dugnaliga sølutoymi í Telebúðini á Tvøroyri, ið kann arbeiða seinnapartar, skiftandi leygardagar og annars eftir tørvi.

Í Telebúðini er eingin dagur líka. Starvið fevnir í stóran mun um ráðgeving, sølu av vørum og tænastum, uppseting av tøkni fyri kundan umframt alt vanligt handilsarbeiði. Tú kemur sum avloysandi søluráðgevi at vera andlitið úteftir og knýtið millum Føroya Tele og kundan. Tað er av týdningini fyri okkum, at tú hevur áhuga og dirvi at seta títt egna fingramerki á kundasamskifti og sølu.

Vit vænta ikki at man hevur royndir frammanundan, men ímynda okkum at tú:

Brennir fyri sølu og kundatænastu
Sært virði í at virka væl í einum tøttum og dugnaligum sølutoymi
Ynskir at fáa royndir innan tøkni og tøkniligar skipanir
Hevur eyga fyri sølumøguleikum og uppsøkir hesar
Arbeiðsstaður og lønarviðurskifti

Arbeiðsstaður er Tvørávegur 46, Tvøroyri. Telebúðin á Tvøroyri hevur opið allar vanligar handilstíðir, og arbeitt verður í skiftandi vaktum. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.

Freist og samband

Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívrensli og viðkomandi skjølum. Freistin at søkja starvið er 14. august 2022 og tú kanst søkja her.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til Kristinu Mouritsen, deildarleiðara, á tel. 24 33 73 ella kmo@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo ella á tel. 24 30 09.

Facebook viðmerkingar