Í hesum døgum er Meksikanska hondbóltsliðið Gamos Valles á vitjan í Vági. Talan er um U16 dreingjalið, sum skuldi luttaka í Faroe Islands Handball Cup.
Liðið kom til Vágs 28. juli og skal komandi dagarnar spæla fleiri venjingardystir í Vági. Seinni í vikuni gongur leiðin norður eftir og koma dreingirnar frá Gamos Valles eisini at spæla venjingardystir norðanfjørðs.
Fyrsti venjingardysturin verður í dag, leygardagin 30. juli, í Vágs Høll kl. 16, tá dystur verður ímóti U16 dreingjunum hjá VB. Øll eru vælkomin til dystin og tað er ókeypis atgongd.
Gamos Valles spælir eisini venjingardyst í Vágs Høll sunnudagin kl. 17.
Facebook viðmerkingar