Ein tann besta skipanin vit hava í Føroyum er ALS-grunnurin.
Vit hava altíð havt skiftandi tíðir. Fimbulsvetrar doyði seyðurin í raki. Tá fiskaloysi var róðu menn út á ytstu havmið og komu aftur til lands við einum fiski, sum teir máttu skera sundir á støðni fyri at øll húski kundu fáa feskt.
Tá vit í 1948 fingu loyvi til at krevja skattir upp til landskassa okkara, fingu vit møguleika fyri at fáa eitt samhaldsfast samfelag. Nú var møguleiki fyri at krevja upp skattir, sum kundu nýtast at bøta um korini hjá teimum sum vóru rakt av arbeiðsloysi. Hervið kundu tey búgva í fosturlandinum við sóma hóast hart leikaði á.
Men tað var ikki fyrr enn stóra kreppan kom í nittiárunum at politiska skipanin fekk ressast so frægt við, at vit fingu ein arbeiðsloysisgrunn. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjørdu av, at ein partur av øllum lønum skuldu leggjast í hendan grunn, sum kundi gjalda út til teirra, sum gjørdust arbeiðsleys. Hetta drál var okkum dýrt.
Inngjaldið er í veruleikanum ein skattur. Hevði grunnurin ikki verið, hevði verið neyðugt at kravt hetta gjald upp í skatti frá øllum borgarum. Nú sluppu tey ríku undan og løgdu hesa byrðu á lønmóttakarnar.
Tá tíðirnar eru góðar kemur nógv inn í grunnin og lítið útgjald er. Hetta fæ er tøkt at hava til at taka tá tíðirnar skifta, og arbeiðsloysi gerst stórt.
Hjá leiðslu grunsins ræður um at ansa eftir, at fæ grunsins verður goymt væl, so tað er tøkt at hava til at taka við stuttari freist.
Hetta er sama vandamál sum øll tey hava sum hava ríviligt gjaldføri ella likviditet. Tey eru mong, sum fegin vilja fáa fatur í hesum gjaldføri. Tey bjóða bæði gull og grønar skógir og siga at tey hava funnið út av hvussu ognin kann vaksa almikið eftir stuttari tíð.
Nú er uppskot um at fæið í hesum grunni kann fíggja ein part av einum vegi til Suðuroynna. Hetta er ein verkætlan sum landskassin ikki hevur fíggjarorku til at gjalda í løtuni, men alt bendir á at ætlanin fer at loysa seg sera væl. Eitt nú fer hon at gera tað møguligt hjá okkara bileigarum at fáa meir gagn burtur úr sínum bilum. Sum er síggja vit at arbeiðsloysið í Suðuroynni er hægri enn har vit hava vegir. Ein vegur til Suðuroyar hevði lætt um hjá arbeiðsleysum bileigarum har at arbeitt norðanfjørðs og búð heima – ella øvut!
Alt bendir tí á, at tað hevði verið skilagott at fíggjarmálaráðharri okkara vendir sær til ALS-grunnin og spyr, um áhugi er í at keypa landskassalánsbrøv at fíggja ein part av suðuroyarvegnum. Harvið fæst betri gjaldføri til hesa verkætlan, og grunnurin fær lánsbrøv.
Fyrimunurin fyri grunnin er, at tann dag arbeiðsloysi veksur upp um inngjaldið í grunnin ber til at selja hesi lánsbrøv, so tað kemur ikki at standa á hjá teimum arbeiðsleysu at fáa stuðul.
Sum er verður føroyski landskassin av íleggjarum hildin at vera ein av teimum tryggastu í heiminum at gera íløgur í. Tí er eingin orsøk hjá okkum at himprast við at gera eina so skilagóða íløgu sum ein suðuroyarveg.
Tað einasta sum í restar er at politiska skipan okkara heitir á allar føroyingar um at hjálpa sær við at taka upp landskassalán fyri at fara í gongd. Hvør dráldagur er dýrur.
Zakarias Wang
Facebook viðmerkingar