2-4. september skipar Reyði Krossur fyri familjulegu fyri fólki við tilflytarabakgrund. Á skránni verða áhugaverdar verkstovur, tónleikur, spøl og aktivitetir fyri børn og vaksin.
Vælkomin eru øll við tilflytarabakgrund í Føroyum, makar, børn og onnur avvarðandi teirra – bæði tey, sum nýliga er komin til landið, og tey, ið hava búð her í longri tíð. Les meir og tekna teg á redcross.fo/intercultural/
Reyði Krossur tørvar eisini fleiri sjálvboðin til at hjálpa á familjuleguni. Sum sjálvboðin fært tú møguleika at hitta fólk úr øllum heiminum, tú sleppur at arbeiða saman við øðrum, ið hava áhuga fyri integratión, samstundis sum tú hjálpir Reyða Krossi at virka fyri at fremja vinalag og altjóða fatan millum fólk tvørtur um landamørk. Kundi hetta verið tú, so hoyra vit fegin frá tær á 283630 ella redcross@redcross.fo.
Facebook viðmerkingar