Fríggjadagin 5. august, verður framførsla í Vágs Kirkju kl 18.00, við Eli Tausen á Lava (klaver, elektronikkur). Hansara tónleikur vísur at hann virðismetur tað stilla og tað einfalda. Á Summartónum 2022 fer Eli Tausen á Lava at framføra tónleik úr hansara aðru tónleikaútgávu, har hann útforskar tónleikaligu minimalismuna frá einum øðrum sjónarhorni. Konsertin er ókeypis.
Seinasta konsertin í Vági verður á Hotel Bakkanum leygardagin 10. september kl 15.00. Har framføra Thomas Loefke (harpa) og Kristian Blak (klaver).
Summartónar byrjaði í mai og endar í september. Tað er felagið Føroysk Tónaskøld FFT, við Kristian Black á odda, sum stendur fyri Summartónum.
Facebook viðmerkingar