Nú leygardagin verður mentanardagurin Ljósfest í Vági. Byrjað verður klokkan 11.00 og hildið verður á til fari er um miðnátt.
Eins og undanfarna ár, so skipar Vágs Kommuna fyri mentanardegi í Vági – Ljósfest. Á degnum verður alt frá málningaframsýning og barnatiltak til sølutorg og stóra tónleikakonsert um kvøldið. Úr skránni kann nevnast, at klokkan 11 letur listaframsýning við list eftir Hans í Líðini, sála. Ein tíma seinri letur sølutorgið upp í tjaldinum. Elverkið í Botni er opið fyri almenninginum, har til ber at síggja lutir og skjøl frá 100 ára longu søguni hjá verkinum. Seinri verður barnatiltak á stóra pallinum við BuBu og Blandað Drops, og um kvøldið verður stór ókeypis konsert á pallinum við Evi Tausen, Tinganest, Høgna Lisberg, Herborg Torkilsdóttir, Steintór Rasmussen, Inga og Danny og Hjarnar. Øll skráin kann lesast her. Á heimasíðuni vagur.fo ber eisini til at lesa tíðindastubbar um ymsu tiltøkini, sum verða á Ljósfestini.
Í samband við Ljósfestina, so eru enn tøk pláss á Kamping Vágseiði, skuldi onkur havt áhuga at komi til Vágs í húsvogni ella telti. Til ber at bíleggja pláss her.
Facebook viðmerkingar