
Í sambandi við at eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur verið í starvinum í mong ár, fer frá fyri aldur, søkja vit eftir einum ruskinnsavnara til IRF í Trøllavík í Suðuroy.
Uppgávurnar fevna um innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í Suðuroy, umframt annað fyrifallandi arbeiði. Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Vit vænta, at tú:
• ert røkin, álítandi og jalig/ur
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• ert kropsliga væl fyri
• hevur koyrikort
Harumframt er tað er ein fyrimunur, um tú hevur stóra koyrikortið og hevur royndir at koyra lastbil.
Løn
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn og freist
Umsókn skal sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi týsdagin, 30. august 2022.
Viðmerk umsóknina “Innsavnari Suðuroy”.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Torfinn Mortensen, á tlf. 23 42 61.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
Facebook viðmerkingar