Ein hin fremsta uppgávan í einum samfelagi er at tryggja, at fólk hava góð og trygg lívskor.
Í einum so ríkum samfelagi sum Føroyum eigur alt tí at vera gjørt fyri, at fólk ikki liva í fátækt ella vána korum.
Trupul fíggjarlig kor og/ella fátækt raka sera hart. Tað rakar gerandisdagin, og serliga børnini líða undir hesum. Frá kanningum vita vit, at hetta gongur útyvir bæði heilsu og trivnað ikki bara í barnaárum men eisini inn í vaksnalívið. Tað kann gerast ein sosialur arvur, barnið fær við sær í vaksnalívið. Sostatt rakar fátækt ikki bara her og nú, men er nakað, sum kann fylgja við gjøgnum ættlarlið.
Vit hava amboð til at gera nakað við hetta. Og tey amboðini skulu vit brúka.
Børn skulu ikki liva í fátækt í Føroyum- heimsins ríkasta landi- plaga vit at siga.
Landsstýrið kemur nú við einum oljukekki á 7000 kr sum ein eingangshjálp. Krøvini til hvør fær hjálpina eru hørð. M.a. má man ikki hava eina ogn á 30.000 og kravið er, at man hevur oljuútreiðslur. Ein eingangsupphædd á 7000 kr. fellur nokk á eitt turt stað hjá nøkrum, alt gott um tað, men eg dugi ikki at síggja, at ein eingangsupphædd hjálpir sperdum barnafamiljum, sum støðan er í løtuni.
Tað er eyðsæð, at barnafamiljur og fólk við lágari inntøku eru hart sperd, nú kostnaðarstøðið er søguliga vaksið. Gerandisvørur, matur, klæði og líknandi eru dýrkað søguliga nógv, og lønirnar hava ikki fylgt við. Tað eru fyrst og fremst tey við teimum lægstu inntøkunum, sum merkja sviðan av hesum.
Støðan er ritað í stein. Fleiri og fleiri leita sær hjálp hjá felagsskapum til mat og klæðir. Og tað hendir samstundis, sum vit hoyra um metstór yvirskot í vinnuni. Ójavnt er býtt!
Sosiali ójavnin sær bara út til at vaksa. Eg havi onki átak sæð seinastu 3 árini, sum bøtir um hetta.
Ungar familjur, smábarnafamiljur, lág og miðallønt og tey, sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, hava tað trupult. Inflasjónin rakar hesi serliga meint.
Í seinastu samgongu fingið vit innført familjuískoyti, sum er ein hjálp til barnafamiljur við lágari inntøku. Tað skipanina skulu vit víðkað.
Tá ið samgongan nú fer inn og hjápir við einum oljukekki, so undrar tað meg stórliga, at man ikki eisini víðkar um skaran, sum kann fáa familjuískoyti. Soleiðis kann man beinleiðis hjálpa børnunum, sum liva í familjum, sum hava tær lægstu inntøkurnar. Tey liva í hesum hvønn dag. Ein eingangsupphædd hjálpir ikki har.
Eg kann boða frá, at Tjóðveldi fer at leggja uppskot fram um at broyta treytirnar í familjuískoytinum soleiðis, at fleiri sleppa uppí skipanina. Hetta kann hjálpa sperdu barnafamiljunum, sum veruliga eru komnar í neyð, nú prísirnar eru farnir til himmals.
Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar