SEV: Elskipanin í Suðuroy er serstøk og spennandi. Hon er ikki tengd at meginøkinum og er tí fullfíggjað við egnari back-up skipan.
Í stødd er hon uml. 10% av elskipanini í meginøkinum, og tí er hon vælegnað til nýskapandi royndarætlanir við m.a. battaríum og synkronkompensatori, sum eru sett upp í Heiðunum í Porkeri.
Royndirnar í Suðuroy kunnu verða avgerandi fyri, hvussu vit loysa avbjóðingina við 100% elorku í meginøkinum.
Sí eisini meiri her.
Facebook viðmerkingar