KVF: Uppskot um dialysuviðgerð í Suðuroyar sjúkrahúsi er liðugt, og tað verður viðgjørt í sjúkrahúsleiðsluni í løtuni
Næsta ár kann Suðuroyar sjúkrahús bjóða dialysuviðgerð.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann.
Ein millión krónur eru til dialysuútgerð í fíggjarlógini í ár.
Keypa útgerð í ár
Kannað er í Danmark og í Íslandi, hvussu tey gera har. Tær kanningarnar eru lidnar, og útgerðin verður keypt í ár.
Eitt uppskot um, hvussu dialysuviðgerðin í Suðuroyar sjúkrahúsi skal vera, var liðugt í síðstu viku. Tað verður viðgjørt í sjúkrahúsleiðsluni í løtuni.
Um alt gongur sum ætlað, kann farast undir at geva dialysuviðgerð í Suðuroyar sjúkrahúsi næsta ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
Facebook viðmerkingar