Missa ein triðing av túrunum til og úr Suðuroynni

Suðuroyarleiðin verður í løtuni røkt av Herjólfi III (í bakgrundini) og tyrluni hjá Atlantsflog

Nú Herjólfur III hevur siglt í út við hálva aðru viku kann eisini staðfestast, at áhugin fyri at flúgva við tyrluni úr Suðuroynni til Havnar og suðuraftur hevur verið óvanliga stórur.

Tyrlan hevur í summar flogið tríggjar dagar um vikuna – mánadag, ónsdag og fríggjadag – og nú farleiðin um Suðuroyarfjørð er skerd, so hevur tyrlan verið eitt gott alternativ hjá fleiri.

Men nú missa suðuroyingar ein triðing av túrunum hjá tyrluni, tí 1. september byrjar vetrar-flúgvingin hjá tyrluni hjá Atlantsflog og merkir tað, at tyrlan bara flýgur til Suðuroynna ónsdag og fríggjadag – og ikki mánadag.

Um middagsleitið í dag var tyrlan eisini fullsett til Havnar (við fólki úr Suðuroynni og eisini úr Stóra Dímun, har millumlent varð) og fleiri teirra greiddi frá, at tey ikki tordu at sigla við Herjólfi, tí valdu tey heldur at fara við tyrluni. Men hesin møguleikin verður altso skerdur frá komandi viku.

Facebook viðmerkingar