Jeg fari sjálvandi ikki at atkvøða fyri at geva okkum løgtingslimum meira í løn. Okur í Javnaðarflokkinum eru øll ímóti at tinglønin hækkar.
At royna at hækka sína egnu løn, alt ímeðan arbeiðarafeløgini stríðast og eru farin í verkfall fyri at vinna sær nakrar krónur aftrat lønini – ið so at siga hevur staðið í stað í meir enn 20 ár – tað er óskiljandi!
Jeg eri valdur av nógvum av arbeiðandi verkafjøldini og kann als ikki góðtaka tílíka framferð. Eg fari staðiliga at mæla frá royndini at hækka okkara egnu løn, samstundis sum verkafjøldin hevur verið við sviðusoð í mong ár og nú stendur á einum vegamóti!
Jeg vil ynskja hartarbeiðandi stættini bestu eydnu í stríðnum fyri betri korum.
Bjarni Hammer
løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin
Facebook viðmerkingar