Listi E leggur uppskot fram um matarskipan í Vágs skúla
Hvussu hevði tað verið, um okur fóru frá matpakkunum og bjóðaðu børnunum mat i skúlanum?
Skúlamatur hevur verið í nøkrum av okkara grannalondum í áratíggju, og tað eru ikki hissini niðurstøður, granskingin er komin til á hesum øki.
Svenskir granskarar hava ígjøgnum keldutilfar seinastu 70 árini funnið fram til nakrar niðurstøður um, hvørja ávirkan skúlamaturin hevði á næmingarnar.
Kanningar vísa eisini, at upp til 70% av føðslutørvinum hjá børnum verður nøktaður á stovni.
Mat- og lívstílsvanar verða mentir í barna- og ungdómsárunum og fylgja sum oftast við upp í vaksnamannaárini.
1/4 av øllum 10-12 ára gomul børnum í Føroyum viga ov nógv, og 3/4 av teimum, ið viga ov nógv sum børn, viga eisini ov nógv sum vaksin.
Hetta eiga okur sum kommuna at vera við til at fyribyrgja. Ein máti er at kommunan er við til at skipa fyri, at okkara børn fáa fjøllbroyttan og heilsugóðan kost hvønn dag tey eru á stovni ella í skúla.
Hvat hevur ókeypis matur í skúlanum at siga fyri næmingar?
Í Svøríki hava næmingar í meira enn hálva øld fingið ókeypis mat. Granskarar hava nú kannað, hvat tað hevur at siga fyri teir seinni í lívinum.
Stutta svarið er, at næmingar, sum fáa mat í skúlanum, gerast hægri, nema sær longri útbúgving og hava hægri inntøku samanborið við tey, sum ikki fáa ókeypis mat í skúlanum.
Kanningin vísti eisini, at teir næmingar, sum fingu skúlamat allan grundskúlan, gjørdist nærum ein cm hægri, teir nema sær longri útbúgving og fóru oftari á universitet at lesa. Hetta er samanborið við næmingar, sum ikki hava atgongd til ókeypis matskipan.
Teir, sum fingu skúlamat, høvdu eisini 3% hægri inntøku gjøgnum lívið
Hetta úrslit er sera áhugavert, tí hyggja okur eisini eftir Fit-First verkætlanini í Vágs skúla ið varð løgd fram fyri foreldrum og almenninginum herfyri, so er úrslitið so at siga tað sama sum svensku granskarnir eru komnir fram til ísv. Matarskipanir har. – Virkin børn og heilsugóður matur í skúlanum hevur jalig árin á heilsuna hjá børnunum í dag, og sanniliga eisini seinni í lívinum.
Sosialt átak
Í nógvar mátar er skúlamatur eisini eitt sosialt átak.
Serliga áhugavert er tað, at tað gevur børnum, sum liva í truplum fíggjarkorum størstan fyrimun.
Hetta merkir, at átakið kann betra um lívskorini hjá tí einstaka barninum langt inn í framtíðina og í veruleikanum geva betri útlit fyri hægri inntøku seinni. Tí kann ein loyva sær at siga, at greiðar ábendingar eru um, at skúlamatur kann bróta negativan sosialan arv, bøta um sosialan ójavnað umframt hjálpa bæði børnunum og familjuni, meðan børnini eru í skúla, tí skúlamaturin er fíggjaður umvegis kommunuskattin.
Okur hava familjur sum liva í fátækraváða, og fyri hesar familjur hevði skúlamatur verið kærkomin. Eisini fyri familjur við fleiri børnum hevði skúlamatur verið ein fyrimunur.
At vera barn í eini familju, sum er illa fyri fíggjarliga, kann eisini vera stigmatiserandi. Tað kann eisini koma til sjóndar, tá ið matpakkarnir koma fram, og ymiskleikin millum børnini tá kann verða sjónligur. Eisini her kann skúlamatur, har øll eru líka, vera ein fyrimunur.
Fysisku karmarnir
Um ikki alt ov langa tíð fær Vágs skúli flutt virksemi úr auluni niðan í gamla svimjihylin.
Tað letur upp fyri møguleikanum at gera ein køk og matarsal í auluni.
At taka støðu til
Okur mæla til at Vágs kommuna, saman við Vágs skúla, arbeiðir víðari við uppskotinum um skúlamat, og skipar ein kommunalan mat – og máltíðarpolitik.
Eisini verður mælt til at skipanin verður sett í verk við skúlaársbyrjan í 2025.
– Listi E
Facebook viðmerkingar