Enn einaferð uppliva vit, at Norðurlandahúsið letur seg brúka at fremja miðvísa útlendska ávirkan á børn okkara. Hesuferð, sum so mangan, verður tað gjørt við at bjóða børnum og lærarum í húsið fyri at verða heilavaskaði av útlendingum, sum gjøgnum sjónleik, hesuferð bygdan á djóralív, royna teirra kynstur.
Miðflokkurin heitir inniliga á foreldur at verða vakin í hesum máli, at kanna tað, og serliga í komandi viku at verja børn tykkara móti hesari óføroysku og ókristiligu ávirkan. Somu áheitan senda vit lærarum og leiðslu fólkaskúlans, og biðja hesi um at seta seg inn í hetta virksemi Norðurlandahúsins og byrgja fyri tí óhepnu ávirkan, sum hetta virksemi kann hava sær á barnasálina.
Facebook viðmerkingar