Her eru treytirnar fyri eini samanlegging ímillum Tvøroyri og Hvalba

Nú eru Tvøroyrar og Hvalbiar kommunur samd um treytirnar fyri kommunusamanlegging, tað skrivar Dimmalætting.

Í semjuni verður staðfest, at verða kommunurnar lagdar saman, skal hon eita Suðuroyar Kommuna og høvuðsætið verður á Tvøroyri. Samstundis er semja um at 11 limir skulu verða í tí nýggja kommunustýrinum.

Minst tveir kommunustýrisfundur um árið skulu vera í Hvalbiar Kommunu og tey starvsfólk, sum arbeiða hjá kommununum í dag, skulu halda fram í starvi.

Les meira her.

Facebook viðmerkingar