Seinkingar á Suðuroyarleiðini

Av tí at kølilufts-kølarin á høvuðsmotori trý hjá Smyrli verður útskiftur, siglir Smyril einans við trimum høvuðsmotorum. Sostatt kann roknast við seinkingum á leið 7 í dag, mikudag 8. mai.

Eftir ætlan verður arbeiðið viðv. høvuðsmotori trý liðugt í kvøld, og fer Smyril sostatt at sigla við fullari maskinorku aftur Kristi Himmalsferðardag.

Facebook viðmerkingar