Anja og Petur vunnu 24. umfar í sjavs

Tórsdagin 25. sept. var 24. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt vesturi í VB-húsinum. Og hetta umfarið vunnu Anja Bech og Petur Muller.

Úrslitið av umfarinum:

Nr. 1. Anja Bech og Petur Muller, 4 stig hvør
Nr. 2. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Helen Waag og Trúgvi Berg, 2 stig hvør
Nr. 4. Elna Poulsen og Jákup Lisberg, 1 stig hvør.

Næsta kapping verður tórskvøldið 1. september og spæld verður í VB-húsinum í Vági kl.18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar