Samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, og Sambandsflokkurin eru samdir um, hvussu karmarnir fyri ferðavinnuna skulu skipast frameftir.
Í semju og samstarvi við landsstýrismannin hava vinnunevndarumboðini hjá flokkunum lagt upp til nakrar broytingar í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin bar í Løgtingið í vár, men høvuðstættirnir í uppskotinum eru, at
- Føroyingar hava frítt at fara í føroysku náttúruni undir ábyrgd
- Burðardygdargjaldið verður kravt inn sum gjald á gistinætur, og ikki við innkomu sum upprunaliga ætlað
- Inntøkurnar frá burðardygdargjaldinum verða settar í grunn, sum søkjast kann úr fyri at menna ferðavinnuna kring landið
- Gjaldsportur verða forboðin, men bøndur fáa heimild at taka gjald fyri tænastur
Útgangsstøðið í uppskotinum er framvegis, at kommunur, bøndur og heimafólk hava ein avgerandi leiklut at skipa ferðavinnuna í sínum lokaløki við ferðavinnuætlanum, og ein ferðavinnuapp skal eisini mennast, sum verður við til at skipa gongd í haga.
Flokkarnir ásanna við semjuni, at tað er neyðugt við greiðum ferðavinnukørmum, sum taka atlit at náttúruvernd, landbúnað, mentanararvi og skapandi vinnum, sum kann skapa vinnumøguleikar í bæði bygd og bý.
Onnur viðgerð av uppskotinum verður í løgtinginum fríggjadagin.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkurin
Facebook viðmerkingar