Disc Golf fingið góða undirtøku og Føroyar eru komnar á altjóða lista

Mynd: Jan Erik

Tann 8. august í ár lat eitt nýtt frítíðartilboð upp í Vági. Talan var um disc golf økið vesturi á Eiðinum. Tilboðið hevur verið opið fyri almenningin í meira enn ein mánað og móttøkan hevur verið góð. Økið hevur eisini gjørt, at Føroyar nú liggur høgt á altjóða lista.

Fyri einum góðum mánaði síðani, lat disc golf økið vesturi á Eiðinum upp fyri almenninginum. Talan var um eina verkætlan, sum Vágs Kommuna, saman við Tangavirkinum, Betri, Lions Club Suðuroy og BankNordik, stuðlaði. Disc golf økið er staðsett vesturi í móti Eiðinum – kring fótbóltsvøllin og móti vatninum. Í alt er talan um 9 kurvar og 11 startir, men sum tilsamans geva 18 hol, ið eru omanfyri 2.500 kasti metrar tilsamans. Fyri at stuðla undir, at fólk kundu spæla disc golf, so hevur verið møguligt at lána diskar ókeypis. Og hetta hava nógv gjørt. Eini 130 fólk hava lánt diskar og eru farin vestur at spæla. Og fólk, sum spæla disc golf á hægri støði, eru komin til Vágs til at spæla. Spælarar úr Noregi, USA og Bretlandi hava vitja í Vági. Harumframt eru tað fleiri, sum hava spælt disc golf við egnum diskum á økinum hesar vikurnar, sum økið hevur verið opið.

Enn ber til at spæla og øll kunna spæla

Ætlanin er, at útgerðin á økinum stendur frammi, so longi sum veðrið loyvir hesum. Um ein ynskir at lána diskar, so kann viðkomandi venda sær til Magnus Paula West. Og øll kunna spæla disc golf, tað krevst bert teknikkur at kasta diskin – sostatt hevur likamligur styrkur lítið at siga. Disc golf kann spælast sum einstaklingur ella í bólkum. Við hesum í huga, so kann ein røra seg í vøkru náttúruni og í frískari luft, einsamallur/møll ella saman við øðrum.

Føroyar ovarlaga á altjóða disc golf lista

Í gjár, 14. september, kom ein amerikonsk grein út á heimasíðuni udisc.com. Greinin viðgerð talið av disc golf vøllum per íbúgva í einum landi. Í greinini framgongur, at Føroyar liggja á einum 13 plássið í heiminum. Øll greinin kann lesast her.

Facebook viðmerkingar