Vísindavøka á ferð í Hovi

Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð á miðnámsskúlanum í Hovi.

Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 min.

Arbeiðsháttir innan fornfrøði – fyrr og nú
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Tjóðsavnið

Keyp og søla av orku – frá monopoli til marknað
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan

Broytingar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum
Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu

Somu framløgur vera fyri teimum lesandi á skúlanum frá kl. 13.35.

Vísindavøka á ferð kring landið

Í ár hevur Vísindavøkan verið á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í Hovi. Hesi eru øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. 

Ársins Vísindavøka verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september. Skráin sæst  á https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2022/skrain-2022/

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Facebook viðmerkingar