Í morgin, tórsdagin 22. sept. 2022, skipar Ítróttaháskúlin fyri innsavnan til Bláa Kross.
Talan verður um heldur annarleiðis og forkunnuga innsavnan, har tað ber til at zip-lina yvir um Múlagjógv við Ítróttaháskúlanum.
Kostnaðurin er 100 kr. – ella meira, alt eftir hvat ein ynskir at lata Bláa Krossi. Innkomni peningurin fer óskerdur til Bláa Kross.
So tað er bara at møta upp vesturi við rættina í Fjallinum tórsdagin 22. sept. 2022 millum kl. 16 og kl. 18.
Facebook viðmerkingar