Til kappingina HS Open 10-11 septembur setti SuSvim stórt føroyskt met í 4 x 50m blandað stafett, fyri mix lið.
Nýggja metið hjá teimum er 1,55,28 har gamla metið, ið Ægir átti, var 2,00,47. So tað var ein stór betring hjá svimjarunum hjá Susvim. Tey, ið svumu vóru, Bjarta í Lágabø rygg 32,33 sek , Róland Toftum bringu 29,25 sek , Alisa Vestergård firvald 29,50 sek og Bartal Debess frí 24,20 sek.
Facebook viðmerkingar