Góđu allir sjódypparar og áhugaði
Komið og verið við til at skapa góðar umstøður fyri sjódypping í Suðuroy.
Árligi aðalfundurin hjá felagnum Sjódypp verđur týsdagin tann 11. Oktober kl. 18 í hølunum hjá Richard B Thomsen timburhandil á Tvøroyri.
Vit hava í seinastu tíðina arbeitt viđ at gera gøtu og viđ at byggja hús viđ sauna og skiftimøguleikum, sum er tilrokna gestum og limum, sum sjódyppa í Tjaldavík.
Dagsskrá fyri fundin er fylgjandi:
1. Val av fundarstjóra og skrivara.
2. Frágreiðing frá nevndarlimi um árið, ið fór.
3. Framløga av grannskoðaðum rokniskapi.
4. Val av nevndarlimum og eykalimum.
5. Val av grannskoðara.
6. Ásetan av limagjaldi v.m.
7. Ásetan av gestapolitikki.
8. Innkomin uppskot.
9. Ymiskt.
Uppskot skulu verða í hendi, íseinasta lagi, eina viku fyri fundin. Endamálið fyri fundin er at skapa ein felagsskap kring at sjódyppa og at virka um góðar umstøður at sjódyppa í Suðuroynni.
Øll er hjartaliga vælkomin
Vinarliga heilsan Nevdin í Sjódypp
Facebook viðmerkingar