Nýtt ungdómsráð í Vágs Kommunu

Fríggjadagin 21. oktober var val í Vágs skúla. Valt varð til næmingaráðið og til endurstovnaða ungdómsráðið í Vágs Kommunu.

Barna- og ungdómsnevndin í Vágs Kommunu samtykti, at ungdómsráðið skuldi endurstovnast. Ráðið hevur fyrr virka og ynski er, at hetta ráð aftur skal koma at virka í Vágs Kommunu. Endamálið við ungdómsráðnum er, at ungdómurin í Vági hevur eina rødd í málum, sum viðvíkja tilboðum og tænastum til ung. Ungdómsráðið hevur ikki avgerðarrætt, men er ráðgevandi til avvarandi nevndir. Somuleiðis hevur ráðið til uppgávu at seta út í kortið verkætlanir, sum tæna ungdóminum í Vági.

Ráðið er mannað við einum umboðið úr barna- og ungdómsnevndini, einum samskipara úr umsitingini og so 4 ungum, sum eru millum 11 og 18 ár. Tey ungu umboða Vágs skúla og Ungdómshúsið, har Vágs skúli hevur eitt umboð fyri miðdeildina og eitt fyri hádeildina, og Ungdómshúsið hevur eitt umboð, sum umboðar tey ungu og eitt umboð, sum umboðar tey eldru í Ungdómshúsunum.

Til valið stillaðu 10 upp, og tá atkvøðurnar vóru taldar upp, so vóru hesir valdir inn:

  • Umboðandi miðdeildina og tey ungu: Bogi Augustinussen og Áron Jonsson
  • Umboðandi hádeildina og tey eldru: Poul Arni Thomsen og Teitur Brattaberg

Umframt tey ungu, so er ráðið mannað av Marin H. Gaardlykke, umboðandi barna- og ungdómsnevndina, og Magnus Paula West, samskipari.

Fríggjadagin møtist ungdómsráðið til innleiðandi fund, har tey ungu fingu kunning um, hvat endamálið er og tosað varð um, hvussu ráðið skuldi arbeiða. Og fleiri góð hugskot komu fram á fyrsta fundinum og sum arbeitt verður við.

Facebook viðmerkingar