Black Friday í Vági

Fríggjadagin er søludagurin Black Friday kring heimin – eisini í Vági.

Handlar í Vági lata upp fríggjadagin við fleiri góðum tilboðum. Tilboðini eru í samband við stóra, altjóða søludagin Black Friday. Black Friday fellur altíð á síðsta fríggjadegnum í november mánað. Í ár er tað so 25. november. Í Vági eru hesir handlar við í Black Friday:

  • Suðuroyar Heimavirki
  • Sjónin
  • Mang&Hvat
  • Tangavirkið
  • Vágs Litbúð
  • Toystovan
  • Biskupskelda
  • Styrki Fitness
  • Bygma Suðuroy

Í samband við søludagin, so hava ymsu handlarnir fleiri góð tilboð og broyttar upplatingartíðir. Meira kunning sæst á Facebook síðunum hjá hesum.

Facebook viðmerkingar