Fríggjadagin 25. november kl 16.00, letur Reyði Krossur upp nýggjan endurnýtsluhandil í Vági. Handilin selur innbúgv og búnýti. Endurnýtsluhandilin heldur til í kjallarinum á Gørðunum, millum Vágbingar vanliga nevndur ”Kjøtkjallarin”.
Formaðurin í Reyða Krossi Føroya, Jóannes Eidesgaard, bjóðar vælkomin. Hendan dagin bjóðar Reyði Krossur eisini te, kaffi og rísalamang á Savninum á Gørðunum.
Handilin er úrslitið av einum samstarvi millum Vágs kommunu og Reyða Kross Føroya.
Kom og gerð kvettið!
Facebook viðmerkingar