Tað ljóðar so herligt; ALT skal privatiserast og fult gjøgnumskygni skal verða, hetta, tí marknaðurin krevur tað o.s.fr…. Hetta hava okur hoyrt hesi seinastu, alt ov longu, 3 árini, har Fólka-, Sambands- og Miðflokkurin hava myndað eina løgna trio í Tinganesi og á Løgtingi.
Okur hava m.a. sæð teirra projektir við Posta og Bústøðum, har úrslitið hevur verið fiasko oman á fiasko, við forfylging av starvsfólkum og forðing av húsabygging. Tey royndu at avskepla SEV, Fo. Tele, Bústaðir og Atlantic Airways.
Okur skulu verja og menna fólksins stovnar: Serliga hjartabarnið hjá øllum suðuroyingum, Strandferðsluna. Lívæðrin hjá suðuroyingum, sum hvønn dag roynir at reka eina tænastu í heimsflokki.
Lagnurnar hjá hesum røsku starvsfólkum, skulu ikki avgerast á rokniørkum hjá sokallaðum smartum búskaðarfrøðingum í Tinganesi og yvirbetaltum advokatum.
Nei, stúrið ikki! Tað verður ongin privatisering av Strandferðsluni!
Okur skulu ikki avreiða grundarlagið undan samferðsluni til nøkur fá at ríka seg upp fyri, alt ímeðan útjaðarin skal liva í óvissu um prísstøðið og reglusemi í samferðsluni!
Bjarni Hammer
Valevni hjá Javnaðarflokkinum
Facebook viðmerkingar