Eitt starv sum SSP ráðgevi er nú leyst at søkja.
Talan er um eitt spennandi starv við nógvum og fjølbroyttum uppgávum. Vit leita tí eftir einum fólki, ið bæði megnar at arbeiða strategiskt og praktiskt í tøttum tvørfakligum samstarvi við myndugleikar, stovnar og felagsskapir, ið arbeiða við ella hava samband við børn og ung í aldrinum 0–18 ár.
Høvuðsuppgávur
- At standa á odda fyri átøkum og nýhugsan um fyribyrging innan økið børn og ung
- At geva starvsfólki, foreldrum og børnum í skúlum og dagstovnum ráð í fyribyrgjandi arbeiði
- At skipa fyri undirvísing og upplýsing fyri børnum, ungum, foreldrum og øðrum í sambandi við fyribyrgjandi átøk
- At brúka og røkja faklig netverk, sum hava mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum
Vit vænta okkum
- At tú hevur í minsta lagi viðkomandi miðallanga útbúgving og royndir við fyribyrgjandi arbeiði
- At tú hevur áhuga í og brennir fyri fyribyrgjandi arbeiði millum børn og ung
- At tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag og dugir væl at raðfesta uppgávurnar
- At tú hevur evnini at bera fram boðskap fyri smærri og størri bólkum
- At tú hevur gott føroyskt mál bæði í skrift og talu
- At tú hugsar strategiskt og ert tænastusinnað/ur og fleksibul
Setarnarviðurskifti
Starvið er fulla tíð og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og avvarðandi yrkisfelag, t.d. Starvsfelagið, Føroya Pedagogfelag ella Akademikarafelag Føroya. Miðað verður eftir, at viðkomandi, ið sett/ur verður, kann byrja í starvinum 1. februar 2023 ella skjótast til ber.
SSP ráðgevingin húsast saman við Kommunufelagnum í RC Effersøesgøtu 30.
Barnaváttan: Vísandi til Løgtingslóg um barnaváttanir § 4, stk. 3 hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsonnu í Króki, SSP ráðgeva tel 222693 ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum 282480. Á www.ssp.fo ber til at lesa meira um SSP ráðgevingina.
Freist
Umsóknir skulu, saman við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum, vera okkum í hendi í seinasta lagi Fríggjadagin 16. desember 2022 klokkan 12.00. Umsóknin verður send til eydunc@kf.fo
SSP ráðgevingin
Endamálið við SSP ráðgevingini er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung. Høvuðspartarnir í SSP eru Skúlin, Sosialu myndugleikarnir í lands- og kommunala geiranum og Politiið. Arbeiðið er skipað við tveimum ráðgevum, sum eru undir yvirskipaðari leiðslu av eini samstarvsnevnd, ið hevur eitt umboð fyri hvønn av teimum fýra avvarðandi myndugleikunum.
SSP ráðgevingin húsast saman við umsitingini hjá Kommunufelagnum, og stjórin í Kommunufelagnum hevur gerandis leiðsluna av ráðgevingini.
Facebook viðmerkingar