Tað er eyðsýnligt, at summi enn ikki eru vaknað úr dvala til tann veruleikan, at tað finst ein støðugt vaksandi stættamunur í samfelagnum.
Suðuroyingar sita á aftasta beinki, og okur eru aftur og aftur eftirbátur í samfelagnum.
Landsins suðurøki forvinnur í miðal minst løn – sí strikumynd niðanfyri:
Landsins suðurøki er útihýst á almenna arbeiðsmarknaðinum
Tá umræður arbeiðsloysi í Suðuroy, eru okur bátslongdir fremst á skeivari kós. Ja, samanumtikið eru vit stóri taparin í Føroyum – sí strikumyndir niðanfyri:
Ljósið við endan á tunlinum
Okur hava havt góðar politiskar máttir í løgtinginum. Erhard Joensen og jeg bardust sum úlvar á skóg fyri at fáa tunnilsfelag og játtan til tunnilsfelagið.
Okur skulu hava suðurgangangi landsveg.
Tað frættist, at Johnny í Grótinum var búskaparligur ráðgevi fólkafloksins, og hetta kom dátt við. Johnny í Grótinum hevur í almennum sjónvarpi (vegna politiskt óhefta Búskaparráðið) raðfest universitetskampus fyri 1 milliard krónur.
Við ráðgeving frá Johnny í Grótinum skal Suðuroyartunnilin ikki gerast, tí millum annað eitt universitetskampus skal gerast fyrst. Jeg haldi, at hetta er at venda alt á høvdið, tí sum nú er, sleppa 10 % av Føroya fólki ikki at nýta hetta kampussið, tí landsins suðurøki er avbyrgt frá meginøkinum.
Latið okum fáa samfelagið grønari, bílligari í rakstri og raðfesta fólksins trivna.
Við sjálvstýriskvøðum
Kristin Michelsen – valevni fyri Sjálvstýrisflokkin
Facebook viðmerkingar