Jeg havi sagt tað fyrr, og jeg kann saktans siga tað eina ferð afturat: Tað er ikki neyðugt at órógva vælvirkandi jarðarlógir fyri at loyva føroyingum at ganga í haganum.
Føroyingar kunnu saktans ganga sær ein ókeypis túr í haganum. Um okur øll bara fylgja lógini og spyrja, áðrenn okur fara, so ber alt til. Tað einasta, sum krevst, er púra vanligur føroyskur fólkaskikkur.
Jeg skilji ikki trupulleikan?
Nei, heldur enn at oyðileggja jarðarlógirnar, eiga okur at varðveita og virða jarðarlógirnar.
Føroysku jarðalógirnar eru bestu amboðini til at verja okkara náttúru og landbúnað, og tær eru eisini altumráðandi, um okur skulu hava nakran livandi kjans at skipa eina burðardygga ferðavinnu.
When in Rome, do as the romans do
Trupulleikin er ikki vanligi føroyingurin; trupulleikin er hesin ovurhondsstóri streymurin av ferðafólki, sum ikki fær nóg greitt at vita, at føroyskar lógir sjálvandi skulu virðast í Føroyum. Tað er hetta ”útlendska” trýstið, umboðað av Visit Faroe Islands, sum hevur fingið okkum føroyingar at klandrast um einki. Tað haldi jeg verða bæði synd og skomm.
Havnaflokkurin, Framsókn, arbeiðir hart fyri at gjøgnumtvinga ein hvønnmansrætt, so milljónir av fremmandafólki ókeypis skulu sleppa at kleyra runt í útjaðaranum, órógva okkara bygdasamfeløg og oyðileggja okkara náttúru.
At Javnaðarflokkurin vil avtaka ognarrættin, landbúnaðin og avreiða føroysku hagarnar til óskipaðar stuttleikatúrar hjá almenninginum, kemur ikki óvart á meg. Vit minnast øll ognartøkuuppskotið hjá Akseli Johannesen. Serstakliga ósympatiskt og óføroyskt.
Men skal Framsókn ikki eitast at verða ein føroyskur tjóðskaparflokkur? Sum gongur inn fyri frælsari vinnu? Grønari gagnnýtslu av náttúruni?
Síðst jeg visti, stoyptu stovnararnir kopiflokkin, Framsókn, í aldargamla sjálvstýrisforminum, tí hesin nýggi kopiflokkur er eitt endurprent av upprunaliga og fyrsta tjóðskaparflokkinum.
Hoyra vit ikki valevnini hjá Framsókn tosa uppí saman um matmentan, stuttflutt og sjálvbjargni?
Og hagatúrar skulu verða ókeypis, sigur Framsókn. Hesin flokkurin, sum bara hevur veljarar í Havn, vil opinbart tryggja, at allur vinningurin frá ferðavinnuni endar í Havnini, hjá hotellum og matstovum og bilútleigarum. Meðan útjaðararin einki skal fáa. Einki annað, enn slit og skitt, órudd og órógv…
Kortanei! Skal ferðavinnan koma øllum føroyingum til góða, má hon skipast eftir føroyskum lógum og føroyskum leisti. Skal ferðavinnan ikki oyðileggja okkara mentan, náttúru og landbúnað, so má hon stýrast lokalt av teimum, sum hava best skil fyri hvat hagarnir tola. Og so skal vinningurin sjálvandi fella niður lokalt.
Sjálvstýrið fer ongantíð at svíkja útjaðara-Føroyar fyri at tekkjast fremmandafólki og nøkrum fáum grommum hotellkongum í Havn.
Sjálvstýrið fer ongantíð at seta avgerðarrættin hjá tykkum, sum varða av jørðini, til viks.
Sjálvstýrið vil tryggja veruligt rættvísi og veruliga burðardygd úti um alt landið.
Veljið ein VERULIGAN føroyskan tjóðskaparflokk.
Veljið Sjálvstýri!
Við sjálvstýriskvøðum
Kristin Michelsen – valevni fyri Sjálvstýrisflokkin
Facebook viðmerkingar