Seks suðuroyingar valdir á Løgting

Tá atkvøðurnar til løgtingsvalið vóru taldar upp um midnáttarleitið í gjárkvøldið, var eisini greitt, at seks suðuroyingar eru valdir á Løgting.

Jacob Vestergaard, Erhard Joensen, Bjarni Hammer, Henrik Old og Sirið Stenberg vórðu øll afturvald. Dennis Holm er nývaldur.

Umframt tey seks, sum eru búsitandi í Suðuroynni, so eru eisini fleiri tingfólk vald, sum eru ættaði úr Suðuroynni, t.d. Johan Dahl, Eyðdis Hartmann Niclasen, Annika Olsen og Jenis av Rana.

Facebook viðmerkingar