Kundi tú hugsa tær, at verið við í menningini av Vágs Kommunu? Vágs Kommuna leitar eftir tær, ið veit hvat skal til fyri at fólk trívast. Brennir tú fyri trivnaðarøkinum og trívist tú við fleiri uppgávum um hendi? So er hetta starvið kanska nakað fyri teg. Vágs Kommuna søkir nevniliga eftir trivnaðarfólki at byrja skjótast gjørligt.
Vágs Kommuna er ein kommuna í støðugari menning. Kommunan spennir seg víða í tænastum og tiltøkum – her er okkurt fyri øll. Tí søkja okur eftir einum trivnaðarfólki, sum skal vera við til at skipa og menna trivnaðarøki og borgaravendu tænasturnar.
Trivnaðarfólki
Starvið, sum trivnaðarfólk í Vágs Kommunu, er tríbýtt. Talan er um eitt samansett móttøku-, samskipara- og skrivstovustarv. Trivnaðarfólkið røkir móttøkuna í kommununi. Trivnaðarfólk er við til at samskipað og/ella fyriskipað tiltøk, sum tæna kommununi í breiðum høpi. Og trivnaðarfólk røkir skrivstovuuppgávur, sum antin standast av áðurnevndu uppgávum hjá trivnaðarfólkinum og/ella aðrar fyrisitingarligar uppgávur í umsitingini.
Tú
Okur ímynda okum, at tú;
- hevur staðið skrivstovulæru og hevur hollar royndir at fyriskipað
- veit hvat góð tænasta er, ert fyrikomandi og kann møta borgarum í eygnahædd
- hevur góðar kt- og málsligarførleikar, ið kunnu brúkast í samskifti andlit til andlits og talgilt
- kanst arbeiða sjálvstøðugt, men hevur góð samstarvsevnir
Tú verður partur av einum framtakshugaðum toymi, har menning verður raðfest høgt. Her er høgt til lofti og breitt til veggirnir. Tú fær dugnaligar starvsfelagar, sum eru klárir at sparra.
Starvsviðurskiftir
Trivnaðarfólki verður lønt eftir lønarflokki 4 í sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Talan er um fulltíðarstarv – tó kann lægri tímatal avtalast. Starvsbyrjan er skjótast til ber. Starvsstaður er Miðlatún og arbeiðstíðin er í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni, tó kann væntast, at arbeiðsuppgávur eru uttanfyri upplatingartíðirnar.
Um tú vilt vita meira um starvi, so kanst tú seta teg í samband við Magnus Paula West á telefon 239392 ella Petry H. Mortensen á telefon 733008.
Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið sendast til:
Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur, ella til magnus@vagur.fo – viðmerk Trivnaðarfólk.
Umsóknarfreistin er 23. desember 2022.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar