Tíðaravmarkað starv í Sumbiar Skúla

Søkt verður eftir lærara ella vikari í tíðaravmarkað starv at byrja 3. januar 2023.

Talan er um áleið 15 undirvísingartímar, sum liggja mánadag, ónsdag og tórsdag.

Í Sumbiar skúla starvast tríggir lærarar. Vit hava 1. til og við 7. fl, og her ganga 34 næmingar.

Førleikakrøv
Læraraútbúgving og førleiki at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, kristni og donskum.

Onnur, við viðkomandi útbúgvingum ella starvsroyndum, eru eisini vælkomin at søkja.

Tann, ið settur verður, skal:
• Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og jalig/-ur
• Kunna átaka sær dagligar uppgávur, sum eru í skúlanum
• Vera stundislig/-ur og nærløgd/-lagdur

Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður kravd.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30/12-2022 kl. 15.00.

Umsóknir skulu sendast til:
T-post: gj0602n4@skulin.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Guðruna í Líðini á tlf. 278572.

Sumbiar Skúli

Facebook viðmerkingar