Fredrik Ludvig og Petur Gærdbo vunnu seinasta umfar í sjavs. Sámal Poulsen vinnari samanlagt

40. og seinasta umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt í VB-húsinum 15. des. og hetta umfarið vunnu Fredrik Ludvig og Petur Gærdbo.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Fredrik Ludvig og Petur Gærbo, 4 stig hvør
Nr. 2. Petur Muller og Anja Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 2 stig hvør
Nr. 4. Elna Poulsen og John Nilssen, 1 stig hvør

Endaliga støðan í sjavskappingini gjørdist tann, at Sámal Poulsen vann sjavskappingina 2022 við 47 stigum. John Bech bleiv við 42 stigum nr. 2, og Egill Steintórsson gjørdist nr. 3 við 37 stig. Á 4. plássi vóru tríggir sjavsarar við 36 stigum, teir vóru Fredrik Ludvig, Hans Jacob Bech og Eyolf Bech.

Samanumtikið ein spennandi kapping fyri kappingarárið 2022 í sjavs. Og allir vinnarar fingu gávu.

Fyriskipararnir takka hjartaliga fyri stuðulin í ár og eisini ein tøkk til Suðuroyarportalin at tit vilja skriva um sjavskappingarnar og senda stigini út hvørja ferð, tað gevur meira áhuga at koma til kappingarnar.

Endaligu støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Facebook viðmerkingar