Landsstýriskvinnan í Almanna- og mentamálum, á vitjan á tilboðum hjá Almannaverkinum í Tórshavn

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálum, var í farnu viku og vitjaði tilboð hjá Almannaverkinum í høvuðsstaðnum.

Á vitjanini fekk landsstýriskvinnan høvið at heilsa uppá starvsfólk og borgarar á ymsu støðunum. Tey greiddi frá virkseminum, og vísti fram hølini, og hvat tey tókust við.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at veita tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív til teir borgarar, ið fáa tænastu frá Almannaverkinum.

Landsstýriskvinnan fegnaðist um alt arbeiðið, sum verður gjørt fyri at veita hesum borgarum eina góða tænastu.

”Sum landsstýriskvinna í almannamálum haldi eg tað verða umráðandi at hoyra tey á staðnum greiða frá hvat tey halda um tilboðið, og at síggja umstøðurnar har sum tilboðini verða veitt.”, sigur Sirið Stenberg.

Facebook viðmerkingar