Umvælingar arbeiði í samband við brekið á ein av høvuðs motorunum hjá Smyrli, heldur fram og gongur eftir ætlan.
Í løtuni verður bíða eftir einum eykaluti sum hevur verið uttanlanda til umvælingar, men tá ið hesin er komin til landið, væntandi í vikuskiftinum, verður farið í gongd við at seta saman aftur beinanvegin.
Sostatt kunnu ferðandi við Smyrli vænta at fyrst í komandi viku verður farið at sigla eftir vanligu ferðaætlanini.
Tó við tí fyrivarni at mánadagin 26.02.2018 verður siglt eftir fyribils ferðaætlanini.
Heitt verður enn sum áður á fólk um at kunnað seg her á síðuni og við sms skipanini, um møguligar broytingar á hesari og øðrum leiðum.
Facebook viðmerkingar