Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, ið nú er lagt fyri løgtingið, hevur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg,valt at raðfesta Dugna,
Umframt lønarframskriving, verður játtanin í 2023 hækkað við 300 tús. kr. til verandi rakstur, soleiðis at fleiri fólk fáa møguleika fyri at royna sínar arbeiðsførleikar og koma í arbeiðsbúgving.
“Dugni ger eitt stórt og umráðandi arbeiði, og tørvurin at koma í arbeiðsbúgving er stórur. Tí er tiltrongt at hækka játtanina til Dugna, so at fleiri fáa hendan møguleikan”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almanna- og mentamálaráðnum. Kjarnuvirksemið er at vera arbeiðstarnaðum til hjálpar við m.a. at royna arbeiðsevnini, menna arbeiðsmøguleikarnar og at skipa fyri endurbúgving. Dugni hevur verkstøð í Tórshavn, Suðuroy og á Kambsdali, eins og nakrar sølubúðir kring landið.
Facebook viðmerkingar