Tá vit tosa um loysing, tosa vit ofta um blokk, yvirtøkur og uttanríkispolitikk. Men loysing merkir eisini viðurkenning.
Nógv hava skrivað um dokumentarin “O, móðurland,” men eitt tað týdningarmesta, sum hann eisini vísti á, var at vit føroyingar formelt og á pappírinum als ikki eru til – vit eru ikki viðurkend.
Tað fekk meg at hugsa. Fyri nøkrum árum síðan løgdu eg og Ingilín uppskot fram um at broyta starvsheitini í tinginum, so at kvinnur sleppa at kalla seg løgtings- og landsstýriskvinnur. Og fyri nøkrum døgum síðan legði ein samdur formanskapur uppskot fram um tað sama.
Fyri at vera púra erlig, so broytir uppskotið so at siga einki í gerandisdegnum. Eg sigi t.d. “frú forkvinna” og “Liljan Weihe, tingkvinna” tá vit eru inni í salinum. Men tað sum tað broytir, er at vit kvinnur verða viðurkendar í skipanini. Vit verða góðkendar sum kvinnur í einum áður so mansdomineraðum heimi, sum Løgtingið er.
Nakað tað sama er tað við okkum føroyingum. Eg eri føroyingur, tú sum lesur hetta er allarhelst føroyingur. Soleiðis siga vit í øllum førum í gerandisdegnum. Men vit eru ikki føroyingar formelt nakrastaðnis. Vit eru danskarir, við addressu í Føroyum, ella sum heimastýrisslógin sigur:
“Sum Føroyingur verður roknaður hann, ið hevur danskan ríkisborgararætt og er heimahoyrandi í Føroyum.”
Skulu vit føroyingar ikki eisini viðurkennast í skipanini? Góðkennast sum tað, vit veruliga eru? Tað haldi eg eisini verða týdningarmikið. Einasti mátin, er at gerast sjálvstøðugt land.
Eg eri føroyingur. Tað er her, eg eri uppvaksin. Tað er her, eg búgvi. Tað er málið, eg tosi. Tað er mentanin, eg eri partur av. Eg átti eisini at verið viðurkend sum føroyingur á pappírinum.
Hervør Pálsdóttir,
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar