Filmsýning í Samkomuhúsinum í Sumba

Leygarkvøldið 18. mars 2023 kl. 20:00 verður filmsýning í Samkomuhúsinum í Sumba. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í Sumba. Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrstu fýra sendingarnar eru frumsýndar – í Norðurlandahúsinum, í Virkinum á Sandi og í Skálanum í Klaksvík. Tær eru seinni eisini vístar í Kringvarpinum.

Í hesum fimta parti síggja vit filmsupptøkur úr Sumba – talan er um níggju filmsbrot við dansispølum og føroyskum dansi – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Eli Poulsen, Albert Djurhuus, Egil Bakka, Paula Nielsen og Árna Hansen.

Við á upptøkunum úr Sumba í 1977 eru m.a. Betty Poulsen, Gunnar Poulsen (í Myllugarðinum), Anna Poulsen, Páll Poulsen, Marita Brynhildardóttir, Tormóður Stenberg, Harda Nielsen, Daniel Jacob Nielsen, Mimmy Kjærbo, Poul Johannes Poulsen, Jenny Poulsen, Frits Poulsen, Maria Kjærbæk, Fróði Kjærbo, Poul Poulsen, Jensa Poulsen, Hargin Joensen, Marianna Joensen, Randi Poulsen, Jørmund Stenberg, Petrea Stenberg, Gunnar Poulsen, Eimy Poulsen, Jóhan Hendrik Joensen, Jóna Joensen, Ella Joensen, Elnar Thomsen, Borglyn Nielsen, Annelena Vest, Daniel Jacob Danielsen, Irena Poulsen, Arne Danielsen, Amanda Thomsen, Andreas Danielsen, Sonja Midjord, Petur Midjord, Marin Sofía Thomsen og Eli Poulsen – umframt fleiri onnur í barnadansinum.

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið tekur ein góðan tíma, verður ein drekkamunnur at fáa.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Facebook viðmerkingar