Triði av trimum pørtum í greinarøð um burðardygga og framtíðartryggjaða rúmliga planlegging
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
Øki mugu hugsast sum “rúm” og “rúm-tíð”
Vit eru von við at planleggja tveydimensionelt við m.a. býarætlanum. Ofta eru tað sera generellar ásetingar um, hvat ymisku økini skulu brúkast til, tó at tað í summum førum verður útgreinað nærri við serstøkum byggisamtyktum og servituttum. Hendan planleggingarfatanin vantar fullkomiliga innlitið, at øll øki eru unikk og hava serstakar tørvir.
Tí ynski eg at fremja ta “rúmligu fatanina” av samfelagnum: at fysiska samfelagið ikki bert er lendi, matriklar o.s.fr., men at talan er um dynamisk rúm, ið hava innanhýsis serkvalitetir, men eisini eksistera í samspæli við onnur rúm. Eitt rúm er ikki bert eitt avmarkað øki við nøkrum ávísum eginleikum, men er eisini ein gjøgnumstreymur av virksemi, bæði búskaparligum, samfelagsligum og umhvørvisligum.
Neyðugt er at menna eina planleggingarfatan, ið ikki bert hugsar tvey-dimensionelt í “býarskipan”, men eisini hugsar trídimensionelt og ferdimensionelt:
- Trídimensionelt við eisini at taka rúmliga aspektið við inn í planleggingina. Rúm ávirka hvørt annað, so tað tú byggir á einum staði antin gevur ella tekur frá grannarúminum.
- Ferdimensionelt við eisini at hugsa um hvussu rúmini skulu kunna mennast komandi 10, 50, 100 árini. Hvussu nógv læsir man økini fyri menning? Hvussu nógv letur man upp fyri menning?
Sum nú er hava vit fastlæst nógv øki í fortíðini, og tað er ómetaliga trupult at koma úr hesi spennitroyggjuni aftur. Vit eru “sporbundin” – path-dependent.
Planlegging er ein spurningur um, hvørjir gjøgnumstreymar skulu fremjast og hvørjir skulu tálmast. Alt er ikki líka gott, sum man annars kundi verið leiddur til at hildið við einum relativistiskum tankagóðsi. Hvat eitt rúm skal innihalda av eginleikum og gjøgnumstreymum, er ein spurningur um javnvigan av teimum áhugamálum, ið hava við rúmið at gera. Her kann eisini vera talan um áhugamál sum natúrligan vakurleika, biodiversitet ella siðsøgu.
Neyðugt er enntá at fara víðari: at hugsa í “rúm-tíð”, har tær tríggjar fysisku dimensiónirnar verða suppleraðar við eini tíðardimensión. Rúm broytast og skulu mennast nógv ár framyvir. Tí er neyðugt at planleggja fyri eventualitetir, við øðrum orðum at syrgja fyri at deilrúm eru tøk, soleiðis at rúmið kann tillagast á ein skilagóðan hátt til áhaldandi broytandi tørvir.
Vit skulu ikki bara hugsa í fortíð, nútíð og í framtíð, men hugsa rúm sum eina áhaldandi menningargongd, har søga, samtíð og framtíð eru vovin inn í hvørt annað á ein kompleksan og dynamiskan hátt.
Í síðsta enda eru rúm ikki einans øki, har virksemi kann staðsetast, men í stóran mun eisini ítøkilig rúm fyri søgu, meining, samanhangir, samleika og øðrum týðandi viðurskiftum fyri okkum menniskju, ið eru altavgerandi fyri okkara trivnað. Hetta er ikki nakað, ið vanliga verður havt á tungu innan planlegging, men í grundini er tað sera týðandi, at menniskju eisini uppliva eina “symbolska burðardygd” gjøgnum tey rúm, tey hava við at gera. Rúmini mugu broytast og tillagast, men hetta má eisini gerast á ein hátt, soleiðis at rúmið áhaldandi er meiningsfult fyri tey, ið skulu búleikast har.
Neyðugt er við strategiskari rúmligari planlegging
Innan búskaparlig og onnur fakøki verður arbeitt við strategiskum hugtøkum sum visión, missión, mál, virði o.s.fr. Hetta er ein háttur at royna at fáa eina fatan av hvussu virksemið kann lagast til framtíðina. Hóast ilt er at spáa um framtíðina, ber til at hava eina fatan av, hvar man hugsar sær at vera í framtíðni. Henda tankagongd kann eisini yvirførast á stórsamfelagið og nærsamfeløgini:
Hvat fyri samfelag ynskja vit? Hvussu vilja vit røkka hesum samfelagi? Hvørji virði skal hetta samfelag byggja á? Hvørji deilmál skulu setast fyri at røkka hesum samfelagi?
Sum vera man eru vit ósamd um leiðina, men í einum fólkaræðisligum samfelagi mugu vit finna eina hóskandi leið, eisini tá tað kemur til rúmliga planlegging. Strategisk planlegging kann við einum meiri háfloygdum orði nevnast “Strategisk rúmleiðsla”, og verður tað hervið týðiligari, at talan ikki bert er um eina ætlan, ið skal fylgjast frá A til B, men um eina dynamiska (og demokratiska) leiðslu av teimum (avmarkaðu) rúmum, samfelagið hevur at gagnnýta.
Ein slík strategisk rúmleiðsla tekur vald frá verandi aktørum og spjaðir valdið út spatialt, temporalt og sosialt. Hetta er neyðugt fyri at ávísir valdsmiklir áhugabólkar ikki skulu kunna binda ávís rúm ov nógv niður – til skaða fyri framtíðar rúmliga menning. Man kann ikki taka eina alt ov fýrakantaða støðu, tí tað vil merkja, at eitt ávíst øki verður kroyst niður í eina spennitroyggju uttan stórvegis menningarmøguleikar.
Rúmliga planleggingin er sostatt ikki bert ein spurningur um at javnviga nøkur atlit og harvið skapa eina loysn (taktiskt støði), men harumframt at varðveita nakrar handlings- og menningarmøguleikar, ið gera tað møguligt at endurnýggja rúmini í kommununi/økinum áhaldandi, so hvørt sum nýggir samfelagstørvir uppstanda (strategiskt støði).
Í øllum hesum er kommunali bygnaðurin ein avgerandi trupulleiki. Vit kunnu ikki loysa nationalar og regionalar avbjóðingar, um struktururin er reint lokalur. Vit hava harumframt eina asymmetri í Føroyum, tí meðan suðurøkini framvegis eru strukturerað eftir gomlu “sóknarkommununum” eru norðurøkini nú í ávísan mun strukturerað í “økiskommunur”. Hetta ger tað hóast alt lættari at hugsa regionalt heldur enn einans lokalt. Eisini eru størri kommunur fyrisitingarliga, fakliga og fíggjarliga betri fyri at standa ímóti áhugamálum, ið stinga seg upp. Tað má sostatt eisini vera ein symmetri í vitanini hjá planmyndugleikanum í mun til áhugamálsbólkar, fyritøkur o.l.
Føroyum tørvar framtíðarmyndir
“Lívið má skiljast aftureftir, men má livast frameftir”, men í grundini má lívið eisini skiljast frameftir. Hóast tað er ógjørligt at vita, hvussu Føroyar mennast í framtíðini, so er tað vert at hugsa um hvørji risarák (megatrends) mega gera seg galdandi, tí hesi vilja sannlíkt eisini fáa stóra ávirkan á Føroyar. Institut for fremtidsforskning hevur víst á seks risarák, ið gera seg galdandi. Viðmerkingarnar eru míni dømi og ikki ein fullfíggjað útgreining av risarákunum:
- Digitalisering. Virksemi, ið áður varð gjørt við diskar, verður flutt á netið.
- Burðardygd. Økt fokus á umhvørvi, bæði natúrligt og sosialt.
- Vørugerð (kommersialisering). Virksemi, ið áður hoyrdi sivilsamfelagnum til, verður yvirtikið av privatum (og almennum) aktørum.
- Demografisk menning. Fleiri eldri, fleiri støk og størri býargerð.
- Dentur á heilsu. Heilsa upptekur fólk alsamt meiri.
- Einstaklingargerð. Tað verður ógjørligt at standardisera veitingar, tí tørvirnir verða einstaklingagjørdir.
Út frá hesum risarákum kann hómast, at ein býur fyri tað fyrsta má vera burðardyggur, at fólk flest liva støk ella í smáum húsarhaldum, har tey í stóran mun liva eitt digitaliserað lív, men eisini ganga høgt upp í heilsu og vælveru og brúka ymiskar lokalar tænastur til at røkka hesum endamáli. Nærum øll størv eru tænastustørv, og heilt nógv teirra hava við menniskju og trivnað at gera, bæði privat og alment. Virðini eru í høvuðsheitum einstaklingagjørd og grøn, og tí eru grøn (og blá) øki høgt í metum. Ein slíkur býur hevur framtíðina fyri sær – eisini í Føroyum.
Sum eg – eitt sindur polemiskt – havi víst á, er okkara framtíðar tilfeingi ikki fiskur ella framleiðsluvirki, men okkara íbúgvar. Tí er neyðugt at skilja, at samfelagið fyrst og fremst má innrættast á ein hátt, soleiðis at okkara íbúgvar kunnu trívast og liva eitt sunt og produktivt lív. Sostatt mugu framleiðslu- og tilfeingisvinnur marginaliserast rúmliga, soleiðis at menningin av íbúgvunum fær fremri raðfesting, meðan tilfeingis- og framleiðsluvinnur verða lagdar soleiðis, at tær ikki órógva samfelagsliga virksemið annars.
Nógvar framtíðarmyndir kunnu setast upp, summar meiri ítøkiligar, aðrar meiri spekulativar. Undir øllum umstøðum eru risarákini myndabrot, ið eiga at takast við í teimum framtíðarmyndum, vit gera okkum av Føroyum. Nogv fjølbroytt og samansett atlit skulu takast, tá vit hugsa um hvat samfelagið sum heild – og okkara bústaðaøki spesifikt – skulu kunna rúma – tvs. hvussu okkara rúm skulu mennast gjøgnum øldina, ið skjótt er fjórðingsrunnin.
Neyðugt er at hugsa um, hvar Føroyar skulu vera í framtíðini, tvs. at vit hugsa um hvar vit vilja vera um 10, 50, 100 ár. Tí er neyðugt at hugsa í framtíðarmyndum (scenarium) fyri hvussu ymisk rúm kunnu hugsast at mennast í framtíðini. Ein háttur at gera hetta kundi verið við áhaldandi at havt framtíðarverkstøð um ymisk rúm, tvs. eina so inkluderandi tilgongd sum gjørligt, har orð verða sett á teir møguleikar og dreymar, ið mega vera fyri ymisku rúmini. Úrslitið skal sjálvandi ikki vera eitt futuristiskt fantasisamfelag, men heldur ein skilagóð samanknýting av træðrum frá fortíð, nútíð og framtíð, ið skapar eina bæði spatiala og temporala heildarfatan av rúmunum.
Facebook viðmerkingar